Bragdið bjóðar rennarum úr Føroyum og útlondum til Atlantic Airways Tórshavn Marathon sunnudagin 15. juli 2007.
Eisini verður møguligt at luttaka í hálvmarathon (21,1 km) og stuttleikarenning fyri vaksin og børn. Stuttleikarenningarnar verða tvær, ávikavist 5,8 km og 3 km.
Marathon-renningin er samstundis kapping um FM heitið, og teir rennarar, sum kappast um hetta heiti, skulu verða limir í einum av feløgunum fyri frælsan ítrótt í Føroyum, og tilmeldingin skal verða í navninum hjá føroyska felagnum fyri at hetta skal verða galdandi.
Lesið nógv meira um kappingina á heimasíðuni hjá tiltakinum www.torshavnmarathon.com.
Tilmelding fer fram her á heimasíðuni.