Home Komandi tiltøk Jatnatøk á Tórsbreyt hósdagin 21. juli

Jatnatøk á Tórsbreyt hósdagin 21. juli

by Hallur Holm

Hósdagin í næstu viku fer Hvirlan at skipa fyri árligu Jatnatøkunum á Tórsbreyt. Kappast verður í hesum greinum og aldursbólkum:

  • Gentur 14-15 ár: spjótkast og 100 m
  • Dreingir 14-15 ár: spjótkast og 100 m
  • Gentur 16-17 ár: longdarlop og 100 m
  • Dreingir: 16-17 ár: longdarlop og 100 m
  • Kvinnur: 100 m, 800 m, trístøkk og 4 x 100
  • Menn: 100 m, 5.000 m, 400 m rimarenning og trístøkk

Okkara bestu íðkarar eru í góðum formi fyri tíðina. Við at líta í kappingaryvirlitið sæst at eini 5-6 føroysk met kunnu standa fyri skotum.

Øll eru sjálvandi hjartaliga vælkomin at luttaka. Tilmelding er her á síðuni undir “tilmeldingar”. Kostnaður fyri luttøku er 50 kr, sum skal gjaldast á staðnum.

Tey vænta gott veður á Tórsbreyt hetta kvøldið og tí verður grillin tendrað eftir kappingarlop. So tá verður hugni, prát, reyp og át fyri rest.

Boðrenning 2011
Hvirlugenturnar Emilia, Edna Maria, Tinna og Marita tóku eitt elligamalt føroyskt met í 2011. Tað er síðani betrað nakrar ferðir. Fáa vit enn eitt føroyskt 4×100 m met á Jatnatøkum? Ja, myndin er longu gomul, og onkur ivast hvør er á myndunum. Bragdið: Karin, Hildur, Sára og Katarina og Treysti: Anita, Martha, Rebekka og Monika P

 

 

 

0 comment
0

Related Articles