Home Komandi tiltøk Jatnatøk verða týskvøldið

Jatnatøk verða týskvøldið

by Hallur Holm

Týskvøldið fer Hvirlan at skipa fyri árligu summarkappingini, sum tey nevna Jatnatøk, á Tórsbreyt. Her verður høvi at síggja onkrar av okkara oyggjaleikastjørnum spíla seg út.

Kappingarnar fara at byrja klokkan 18.00 og er ætlanin at byrja við kapping á mílini. Hetta er ikki OL-kappingargrein, men var ein sera væl umtókt kappingargrein í farnu øld.

Føroysku metini á mílini eru ikki heilt so ræðandi, so bæði Rebekka Fuglø og Julian Gregersen hava á einum góðum degi møguleika at seta nýtt føroyskt met á mílini.

jatnatøk 2016 alda elisabet
Á Jatnatøkum í fjør var eisini 100 m á skránni. Vónandi verður høvi at síggja Elisabet, Aldu og Teresu í boðrenningini týskvøldið

Á oyggjaleikunum sóu vit nógvar av okkara spurtarum royna seg í boðrenningum. Týskvøldið verður aftur høvi at fremja liðandan, tí nú skal kappast í 1.000 m boðrenning. Helst fara feløgini í fyrsta umfari at royna at manna lið til hesa kappingina, har fyrsti rennari rennur 100 m, annar rennur 200 m, triðji rennur 300 m og fjórði rennari endar við einum heilum umfari.

Hetta kappingarslagið hevur onkuntíð verið roynt í sambandi við FM-Ung, og hava vit ofta fingið sera spennandi kappingar. Vónandi megna feløgini at manna eitt og kanska enntá tvey lið til hesa kappingina. Kappingin er bæði fyri kvinnu- og manslið. (ikki blandað)

Í millum hesar báðar kappingarnar verður árliga og skemtiliga óalmenna FM í fartelefonkasti. Øll kunnu taka eina gamla fartelefon við og vera við í hesi kappingini. Vinnararnir fáa gávukort og lutakst verður millum allar kastararnar um vinning frá  Vodafone. Tað kostar 20 kr. at vera við í fartelofonkastingini.

Tilmelding á staðnum hálvan tíma áðrenn ella on-line her

Les annars faldaran niðanfyri:

 

Jatnatøk 2017 plakat

0 comment
0

Related Articles