Home Komandi tiltøk Jatnatøk verður hóskvøldið – byrjar kl. 15.00

Jatnatøk verður hóskvøldið – byrjar kl. 15.00

by Hallur Holm

Hóskvøldið verður árliga kappingin Jatnatøk, sum Hvirlan skipar fyri, hildin fjórða árið á rað. Hetta er kapping, har Hvirlan fær vitjan av útlendskum íðkarum, og aftur í ár verða teir fleiri í tali. Hetta er tí kærkomið høvi hjá okkara íkðkarum at kappast við onnur, enn tey vit eru von at kappast við. Tað verða fimm útlendingar við í kappingini, og tey koma at kappast í 100 m, 200 m, 400 m, longdarlopi og hæddarlopi.

Endaliga skráin er ikki løgd enn, men byrjað verður klokkan trý. Hendan greinin verður uppdaterað við tíðarásetingum, so skjótt skráin er endaliga løgd. Tilmelding fer fram á hvirlan@hvirlan.fo og upplýsast skal navn, aldur, kappingargrein/ar og persónligt met í kappingargreinini/greinunum, luttakast skal í. Kappingargreinarnar verða hesar:

  • 80 m gentur og dreingir 12-13 ár
  • 100 m gentur og dreingir 14-15/16-17/kvinnur og menn
  • 200 m gentur 14-15/kvinnur og menn
  • 400 m kvinnur og menn
  • 800 m kvinnur og menn
  • 5.000 m kvinnur og menn
  • hæddarlop kvinnur og menn
  • longdarlop kvinnur og menn
  • spjótkast kvinnur og menn
  • klingrukast menn

Fylgið eisini við á www.hvirlan.fo


Jatnatøk hevði í fjør luttøku úr Danmark, Íslandi, Svøríki og Føroyum.

0 comment
0

Related Articles