Home Komandi tiltøk Jóansøkunáttarrenningin 2012

Jóansøkunáttarrenningin 2012

by Hallur Holm

Suðuroy 25K – 2012, Jóansøkunáttarenning ella Midsummer Night Run. Kært barn har mange navne. Í øllum førum er talan um spennandi nýskapandi rennitiltak, sum Hvistan í Suðuroy skipar fyri náttina millum 16. og 17. juni.

Runnið verður av Vágseiði um Hovsegg til Trongisvágs. Ein 25,3 km langur teinur, har starturin er settur kl. 1.00. Hendan morgunin rísur sólin klokkan 2.37, so rennararnir síggja sólina rísa tá teir renna um Hovsegg. Renningin er bæði ein motiónsrenning, men eisini skipað sum kapping við hesum bólkum:

  • Menn og kvinnur opin bólkur (f. – 1995)
  • Menn veteranar (f. 1957 – 1966)
  • Kvinnur veteranar (f. – 1966)
  • Menn superveteranar f. – 1956)

Sum sæst, skulu rennarar fylla 17 í ár fyri at vera við. Hóast fyrireikararnir hava lagt nógv fyri, er eisini ein onnur avmarking. Fyri at tiltakið ikki gerst ov stórt, verða tað bert 100 tey fyrstu at tekna seg, sum sleppa við. Tilmeldingin liggur klár her á síðuni, og skal vera avgreidd í seinasta lagi fríggjadagin 15. juni. Kostnaðurin er 200 kr. og verður goldið á konto 9870 – 408.212.6 hjá Rørslufelagnum Hvistan , og tey sum hava goldið innan 8. juni fáa eina t-skjúrtu.  Skráin fyri kvøldið/náttina/morgunin er hendan:

  • 22.00 – avheintan av startposa
  • 00.30 – kunning á startinum
  • 01.00 – startskotið smellur á Vágseiði
  • 02.37 – sólin rísur
  • 04.00 – heiðursmerkjahandan (við Stórá ella í høllini)
  • 04.15 – Tvøroyrar Kommuna bjóðar suppu
  • 05.00 – liðugt

Umklæðing er í høllini í Vági áðrenn startin, og í høllini í Trongisvági eftir renningina. Sum sagt hevur Hvistan lagt nógv fyri við hesum tiltakinum, sum tey ætla skal vera afturvendandi. Annaðhvørt ár skal rennast úr Vági til Tvøroyar og annaðhvørt ár av Tvøroyri til Vágs.

Ein heimasíða er eisini gjørd í sambandi við renningina. Hon eitur www.runatnight.info. Har er meira info at frætta.

 

 

 

0 comment
0

Related Articles