Home Komandi tiltøk Kalsoyarrenningin verður leygardagin

Kalsoyarrenningin verður leygardagin

by Guttorm Sørensen

So er árliga Kalsoyar Renningin aftur á skránni. Leygardagin 20. september skipar Treysti fyri áttandu ferð fyri sera vælumtóktu Kalsoyar Renningini, har runnið verður frá ferjuleguni á Syðradali til Trøllanes.

 

Byrjað verður frá ferjuleguni á Syðradali…

 
…og málið er á Trøllanesi

Eins og undafarin ár, so verður talan ikki um eina rennikapping, men um ein hugnaligan rennitúr. Onkur gongur og onkur tekur eisini túrin á súklu. Undirtøkan hevur altíð verið góð, og øll eru á einum máli um, at hetta er ein super túrur, sum eigur at verða á hvørjum ári. Vit royna tí aftur í ár, sjeynda árið á rað, og vóna at luttøkan verður góð.

 

“Sam” (Jósup) siglir av Klaksvík kl. 10.00 til Syðradals, og verður byrjað at renna næstan beinanvegin komið verður í land á Kalsoynni. Runnið verður frá ferjuleguni og norður til Trøllanes. Teinurin norður til Trøllanes er 16,5 kilometrar og verður runnið ígjøgnum allar fýra tunnlarnar. Luttakararnir verða tí bidnir um at hava lummalykt/pannulykt við. Teinurin áðrenn fyrsta tunnilin er umleið 7 kilometrar. Á restini av teininum er størri parturin ella umleið 5,5 kilometrar í tunnli. Í øllum tunnlunum eru refleksskeltir í síðunum, sum hjálpa væl tá ein hevur lykt. Allir tunlarnir hava mótbrekku á veg norðureftir. Mótbrekkunar í tunlunum blíva flatari fyri hvønn tunnil á veg norður. Vegbreytin í onkrum tunnli er nokkso ósløtt, og tí verða rennararnir bidnir um at vísa varsemi.

 

Tá komið er í mál á Trøllanes verður gott ábit, kaffi/te og køkur at fáa í vakra gamla skúlanum har.

“Sam” (Jósup) siglir av Syðradali aftur kl. 14:30 og kl. 17:35.

Fyri tey í hava hug at fáa nakað eyka burturúr hesuferð, so verður skipað fyri útferð til Mikladals at vitja “Kópakonuna”, og har ferð Markus Í Norðnástovu at fortelja sagnina um Kópakonuna. Í Mikladali verður eisini kaffi og okkurt afturvið at fáa. Bygdaleiðir bussurin koyrir kl. 17.05 úr Mikladali.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo), undir tilmelding og har kann bert gjaldast við gjaldskorti (DANKORT). Freistin at melda til er úti hóskvøldið 18. september á miðnátt !

Luttakast kann í tveimum.

1. Kalsoyar Renning  kr. 150,-
2. Kalsoyar Renning + Kópakonan kr. 200,-

Um tit hava spurningar kunnu tit ringja til Gutta á 230210.

Minnast til: Lummalykt/pannulykt, endurskin og skiftiklæðir.

Myndir Kalsoyar Renningin 2013

 

0 comment
0

Related Articles