Leygardagin 18. november bjóðar Hvirlan til spennandi renni/gangi tiltak við Kerjar í Havn.
Tiltakið er fyri øll, familjur við børnum, eldri og yngri, rennarar og gongufólk.
Byrjað verður við upphiting í Kerjum og síðan er møguleiki at velja ímillum 3 rutur: 1,5 km 5,5 km og 10,5 km.
Kerjar er eisini partur av vetrarkappingini hjá FÍF. Tey, ið luttaka í vetrarkappingini hjá FÍF renna ávikavist 10,5 km (Vaksin) og 1,5 km (Børn árg. 2002 til 2006)
Renniteinurin hjá teimum vaksnu er frá Hotel Føroyum eftir rossagøtuni út í Havnardal, runt gamla ruskplássið og heim eftir ovara parti av rossagøtuni.
Drigið verður millum allar luttakararnar um fleiri spennandi vinningar, m.a. renniskógvar og sveimandi vikuskifti á Hotel Føroyum.
Gevið gætur at tilmelding er á leinkjuni: Tilmelding Kerjar 2017
Kostnaður fyri luttøku er hesin: Vaksin 100 kr., børn (árg 2002 ella seinni) 50 kr.