Home Komandi tiltøk Kirkju- og nissurenningar – dagført!

Kirkju- og nissurenningar – dagført!

by Hallur Holm

Nú langt vikuskifti og jólini stunda til, skipa tey ymisku feløgini hvør í sínum lagi fyri ymiskum renningum. Hetta snýr seg alt saman um venjing, hugna og samveru. Her er eitt stutt yvirlit yvir hvat tey ymisku feløgini skipa fyri:

Treysti skipar leygardagin 21. desember fyri Nissurenningj. Møtt verður í InterSport kl. 12.00. Hetta er heilsu- og hugnarenning, og einasta krav fyri at verða við, er at man er í nissuhúgvu. Jólaaftan verður so árliga kirkjurenningin hjá Treysti. Renningin verður úr Kunoyar kirkju til Christianskirkjuna. Felagið skipar fyri felagskoyring við bussi til Kunoyar. Møtt verður í Badmintonhøllini kl. 9.00.

Hvistan hevur Nissurenning á Tvøroyri leygardagin 21. desember kl. 13.00. Møtt verður við jólatræið við Doktarahúsini. Her verður tónleikur, hugni og eisini verður drigið um jólakurvar. Minstakrav er nissuhúgva.

Frælsi skipar fyri kirkjurenning jólaaftansmorgun. Byrjað verður við Sandavágs kirkju kl. 10.00. Leiðin gongur til Gásadals. Til ber eisini at byrja í Vatnsoyrum kl. 10.00. Í Gásadali bjóðar Frælsi heitt kakao og bollar.

Hvirlan:
Tíggjunda árið á rað verður skipað fyri kirkjurenning í Suðurstreymoy. Í fjør broyttu vit barnatúrin nakað, soleiðis at vit runnu eftir postum eftir gøtunum í Hoydølum. Børnunum dámdi væl, og fyriskipararnir vóru væl nøgdir, tí har veðurgott og trygt.
Tað er Hvirlan, ið skipar fyri, og byrjað verður á Tórsbreyt kl. 10.00 við at fólk flokka seg til ymsu ruturnar. Fýra leiðir eru at velja ímillum, og á hvørjari leið hevur felagið ein ábyrgdarpersón, sum sær til, at øll koma aftur í øllum góðum:

  1. Ruturnar eru at síggja á hvirlan.fo. Barnatúrurin er skipaður við evninum renning, rørsla og kunning í huga. Runnið verður eftir gøtunum í náttúrvøkru Hoydølum, og renningin fer fram sum postarenning fyri lið. Øll børn eru hjartaliga vælkomin, men tey, ið eru yngri enn 10 ár, skulu fylgjast við onkrum, sum í minsta lagi er 10 ár. Vit enda eins og vanligt við onkrum hugnaligum á Tórsbreyt.
  2. 7,5 km – har runnið verður fram við nøkrum kirkjum í býnum.
  3. 11,5 km – runnið verður fram við øllum kirkjum í býnum.
  4. 30,0 km – tann drúgvi túrurin við øllum kirkjum í Suðurstreymoy á skránni (vanligt er at vera aftur í Havn um 12.30-13.00, men til ber eisini at renna til Kirkjubøar og fáa skjúts heim aftur)

Eins og undanfarin ár eru øll hjartaliga vælkomin við – eisini útisetar og tey, ið bara hava hug at renna ein stuttan túr og fáa fríska luft. Luttakaratalið tykist hava lagt seg á tey fimmti pluss minus 20, og hetta fólkaslagið, kirkjurennarar ella bara rennarar, lata seg ikki tarna av veðri.
Tiltakið er ókeypis og uttan tilmelding. Hvirlan vil aftur í ár stuðla “Í menniskjum góður tokki”, og tí ber til hjá teimum, ið luttaka, at lata pening ‘í talvuna’ ella flyta á kontu 9181-166.834.1 og viðmerkja Kirkjurenning. Peningurin fer óskerdur til “Í menniskjum góður tokki”.

Bragdið skipar fyri jólatræsrenning 2. jólamorgun kl. 9.00. Møtt verður á Tórsbreyt. Aftaná verður kaffi, the og okkurt afturvið. Dansað verður um øll jólatrøini, sum standa runt um í býnum.

Roysnið Komið og byrjið jólaaftan við einum hugnaligum rennitúri. Vit møtast við Nes kirkju kl. 10.00 og renna síðani til Fríðrikskirkjuna, Glyvra kirkju og enda í Rituvík, har suppa er at fáa.
Teinurin er uml. 13 km. Um ein ikki hevur mót uppá ein so langan túr, kann dreygast av í rundkoyringini í Runavík.

Meira verður at frætta inni á hesari greinini, so hvørt fleiri upplýsingar koma.


Klárt til Kirkjurenningina hjá Hvirluni jólaaftansmorgun 2012

 

0 comment
0

Related Articles