Home Komandi tiltøk Kirkjurenningin hjá Hvirluni

Kirkjurenningin hjá Hvirluni

by Hallur Holm

Aftur í ár fer Hvirlan at fyriskipa vælumtóktu kirkjurenningina. Sum altíð verður renningin jólaaftansmorgun. Møtt verður á Tórsbreyt, haðani runnið verður klokkan 10.00.

Í ár verða tríggir teinar at velja ímillum:

  • 2,5 km – niðan í Hoyvíkar Kirkju og aftur
  • 7,5 km – flestu kirkjur í býnum
  • 11,5 km – allar kirkjur í býnum
  • 30 km – allar kirkjur í býnum umframt kirkjuna í Kirkjubø. (til ber at stytta hendan túrin við at fáa skjúts heim úr Kirkjubø.)

Tiltakið er ókeypis, og heldur ikki er nøkur tilmelding. Tað er bara at møta upp. Tað ber tó til at stuðla “Í menniskjanum góður tokki” í sambandi við tiltakið. Antin við at lata pening í talvuna á staðnum, ella við at flyta pengar á konto 9181 –  166.834.1 og viðmerkja “Kirkjurenning”.


Beint eftir “Gleðilig jól” og beint áðrenn fráferð til Kirkjurenningina í 2014

Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Hvirluni – www.hvirlan.fo – har eisini teir ymisku teinarnir kunnu síggjast.

0 comment
0

Related Articles