Hvistan hevur tikið avgerð um, at teirra árliga hálvmarathon tiltak í ár verður leygardagin hin 10. juli. Føroyskir oyggjaleikir eru eisini hetta sama vikuskifti, so tey gleða seg til nakrar dagar við nógvum ítróttar- og fríluftsvirksemi í Vági.
Rutan, sum runnin verður, er broytt í mun til undanfarin ár. Teinurin er slættur, og gongur úr Porkeri til Vágs og Akrar og aftur til Vágs.
Melda til og fá eina vakra t-shirt.
Tilmelding fer fram á https://hvistan.atgongumerki.fo/webshop/event/1204363/order/info