Home Komandi tiltøk Kvinnurenningin 2006 leygardagin 2. september kl. 16:00

Kvinnurenningin 2006 leygardagin 2. september kl. 16:00

by athletic

kvinnu
Ítróttarfelagið Bragdið í Havn skipar á øðrum sinni fyri kvinnurenning í Føroyum. Ætlanin er, at kvinnurenningin skal verða eitt afturvendandi tiltak.

Áhugin fyri renning er alsamt vaksandi í Føroyum. Eitt nú eru rennikappingar fastir tættir á summarstevnunum, og luttakaratalið er stútt vaksandi hjá monnum og ungdómi. Nú er so tíðin komin til at kvinnurnar finna renniskógvarnar fram og mýkja vøddarnar. ”Burtur við ”bilringum” og ”appelsinhúð” og inn við føstum afturpørtum”!

Renningin er ætlað kvinnum yvir 18 ár. Teinurin er umleið 4,2 km, og sera vælegnaður til bæði at renna og ganga.

Byrjað verður við upphiting kl. 15:30 á parkeringsøkinum við Studentaskúlan í Hoydølum. Runnið/gingið verður frá Studentaskúlanum og niðan á Ringvegin, eftir Hvítanesvegnum oman til tyrlupallin yviri við Strond og síðan eftir gøtuni til Studentaskúlan. Teinurin verður runnin/gingin 2 ferðir.

Tiltakið verður ikki skipað sum ein vanlig kapping, so heiðursmerki verða ikki til tær skjótastu kvinnurnar, men vinningar verða lutaðir millum allar luttakarar, sum koma á mál. Allir luttakarar fáa frukt og okkurt at drekka.

Tilmelding fer fram her á heimasíðuni, og seinasta freist at melda til tiltakið er fríggjadagin 01.09.06, kl. 12:00. Luttakaragjaldið er kr. 50,- , og verður goldið, tá ið startnr. verða avheintað við startøkið kl. 14.00 – 15.00 kappingardagin.

0 comment
0

Related Articles