Home Komandi tiltøk Kvinnurenningin 2007

Kvinnurenningin 2007

by Sølvi Reinert Hansen

Tiltak: Fyri triðju ferð skipar Ítróttarfelagið Bragdið í Havn fyri árligu Kvinnurenningini, og hesaferð við Føroya Banka og Dimmalætting sum høvuðsstuðlum.

Kvinnurenningin var á fyrsta sinni í 2005, og áhugin fyri renning er alsamt vaksandi. Luttakaratalið til aðrar rennikappingar er stútt vaksandi hjá monnum og ungdómi, og nú er tíðin búgvin til at kvinnurnar finna renniskógvarnar fram.

Undirtøkan til Kvinnurenningina, sum felagið Bragdið skipar fyri, hevur verið sera góð seinastu árini, og somuleiðis vóna fyriskiparnir, at hon verður líka góð hesaferð. Tað eru tó enn fleiri, ið hava hug at renna, men ikki nema sær. Størsta forðingin er, at tey ikki tora, og um tey hava nøkur eyka kilo á sær, tora tey slett ikki. Kvinnurnar halda seg ofta burtur, tá talan er um kapping, og kanska serliga tá mannfólk eru við í kappingini. Orsøkirniar eru uttan iva fleiri, men eitt nú eru tær bangnar fyri at vera til ampa fyri tey vandu. Men í Kvinnurenningini verður stórur dentur lagdur á, at talan ikki er um eina kapping, siga fyrireikararnir.

Kom í venjing
Í ár verður renningin leygardagin 18. august kl. 16.00. Teinurin verður tann sami sum undanfarnu árini. Byrjað verður við upphiting uttanfyri Studentaskúlan í Hoydølum, og síðan verður runnið frá Studentaskúlanum niðan á Ringvegin, eftir Hvítanesvegnum oman til tyrlupallin yviri við Strond, og síðan eftir gøtuni til Studentaskúlan. Teinurin er umleið 4,2 km., og vælegnaður til bæði at renna og at ganga.

Aldursmark er 18 ár. Luttakaragjald er kr. 50,- sum skal gjaldast tá startnummarið verður heintað í Studentaskúlanum 18. august 2007 millum kl. 15:00 og 16:00.

Hevur ein hug at koma í venjing áðrenn renningina er møguleiki eisini fyri felagsvenjing. Hvørt mikukvøld kl. 19.00 savnast fleiri, bæði kvinnur og menn, á parkeringsøkinum yvir Hotel Føroyum. Hagani verður síðan runnið antin 6 km, 7,5 km ella longri, og eisini ber til at ganga teinin.

Hvønn leygarmorgun kl. 8.30 eru tað kvinnurnar, ið savnast á parkeringsøkinum uttanfyri Gundadalshøllina. So tað er bara at koma avstað.

Tað er ikki neyðugt at keypa alt nýtt tá man skal út at renna fyrstu ferð. Tú skal bara hava einar góðar skógvar fyri síðan at finna útav um tað veruliga er nakað fyri teg. Um so er, er gott at gera íløgu í einum ordiligum renniskóm.

Í Dimmalætting verður møguligt at fylgja við í upphitingini til Kvinnurenningina. Vit fara hvønn hósdag at hava ein serligan teig í blaðnum, ið bara skal snúgva seg um renning.

Meldið til kappingina á tilmeldingarsíðuni.

0 comment
0

Related Articles