Sum nakað nýtt, fer FíF at skipa fyri kapping í langteinum á breyt.
Hetta er komið í lag, eftir at ein hópur av langteinarennarum hava havt ynski um hetta.
Sum eina byrjan, fara vit at skipa eina langteina-kapping, sum innleiðing til BETRI Stórkappingarnar í summar.
Ætlanin er at hava teinarnar 3.000 m í samband við Stórkapping 1, 5.000 m í samband við Stórkapping 2 og 10.000 m í samband við Stórkapping 3.
Langteinakappingarnar verða ikki partur av stigateljingini í sjálvari Stórkappingini, men koma at liggja saman við.
Vit síggja, hvussu hetta kemur at rigga í ár og kunnu so gera møguligar justeringar til næsta ár.
Nú leygardagin kl. 11 verður kappast á 3.000 m á Tórbreyt.
Sjálv stórkappingin byrjar kl. 12.