Home Komandi tiltøk Ólavsøkurenningin 2006

Ólavsøkurenningin 2006

by athletic

Hósdagin tann 27. juli kl. 18.30 skipar Bragdið fyri rennikappingum á Skálatrøð í Havn. Kappast verður í ymsum bólkum hjá bæði vaksnum og børnum. Startur og mál í øllum kappingunum er á Skálatrøð.

Byrjað verður kl. 18.30, tá vaksin renna 5 km. Runnið verður nakrar ferðir runt niðri á Skálatrøð og út á Bakka.

Hóast øll tey vaksnu byrja í senn, so verður kappast í tveimum aldursbólkum: vaksin fødd í 1988 ella fyrr, og vaksin fødd í 1960 ella fyrr (veteranar). Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í báðum bólkunum.

Kappingin á Ólavsøku er samstundis síðsta umfar í árligu Grand Prix kappingini fyri vaksin og børn. Á heimasíðuni www.athletics.fo er kunning um støðuna í Grand Prix kappingini, undan Ólavsøku.

Børnini byrja at renna kl. 19.00 tá dreingir og gentur – 7 ár (f. 1999 ella seinni) renna eina ferð runt, t. e. 600m. Síðani renna dreingir og gentur – 10 ár (f. 1996-1998) sama tein.

Tey størru børnini skulu renna 2 ferðir runt, t. e. 1200 m. Kappast verður í hesum bólkum: dreingir og gentur – 13 ár (f. 1993-1995) og dreingir og gentur – 17 ár (f. 1989-1992).

Nr. 1, 2 og 3 í teimum ymisku bólkunum hjá gentum og dreingjum fáa heiðursmerki.

Handan av steypum til nr. 1, 2 og nr. 3 í Grand Prix kappingini hjá bæði vaksnum og børnum, verður eftir at fremstu rennararnir í Ólavsøkurenningini eru heiðraðir.

Tilmelding kann bert gerast á www.athletics.fo og startnr. skulu heintast uttan fyri handilin hjá P/F Valdemar Lutzen kl. 17.30-18.30. Luttøkugjald kr. 50,00 fyri vaksin og kr. 30,00 fyri børn skal gjaldast í sambandi við avheintan av startnr. Tilmeldingarfreistin er úti mikukvøldið tann 26. juli.

Skrá:

17.30 Heintan av startnummari á Skálatrøð (Valdemar Lutzen)

18.30 Vaksin (fødd í 1988 ella fyrr) renna 5 km

19.00 Børn – kappast í hesi raðfylgju:

Børn – 7 ár (f. 1999 ella seinni) renna 600m
Børn – 10 ár (f. 1996-1998) renna 600m
Børn – 13 ár (f. 1993-1995) renna 1200m
Børn – 17 ár (f. 1989-1992) renna 1200m

19.30 Heiðursmerkja og steypahandan

0 comment
0

Related Articles