Home BETRI Vetrarkappingin Leygardagin verður 2. umfar í TF-Vetrarkappingini við Kerjar

Leygardagin verður 2. umfar í TF-Vetrarkappingini við Kerjar

by Guttorm Sørensen

Leygardagin kl. 13.00 skipar Hvirlan fyri Náttúrrenning við Kerjar, og í tí sambandi, so verður næsta umfar í TF-Vetrarkappingini samstundis avgreitt. Undirtøkan fyri Náttúrurenningini er góð og hava eini 300 longu meldað til. Hetta er fyrstu ferð, at Hvirlan skipar fyri einum umfari í Vetrarkappingini. Sum navnið leggur upp til, so verður runnið úti í náttúruni m.a. á rossagøtunum við Hotel Føroyar.

Tey vaksnu renna eina rutu, sum er 10,5 km, meðan børnini renna eina rutu, sum er 1,5 km. Startur og mál eru uttanfyri Kerjalon. Langi teinurin er frá Kerjalon, niðan eftir kappríðingarbreytini, oman rossagøtuna suðureftir, út til fjósini í Havnardali, út til vegin, sum førir til vatnbrunnin, runt um gamla ruskplássið í Havnardali, heim aftur til fjósini og síðani víðari runt rossagøtuna norðureftir. Sneitt verður niðan aftur á ríðibreytina og síðani verður runnið oman eftir ríðibreytini og heilt niðan á p-plássið við Oyggjarvegin, og síðani oman brekkuna á mál við Kerjalon. 1.5 km teinurin er eisini niðan eftir ríðibreytini. Við endan á ríðbreytini verður runnið “eitt lítið eyga” og síðani sama vegin heima aftur. Mynd av rutunum sæst á hesi slóðini:

http://www.hvirlan.fo/wp-content/uploads/2013/10/rutur-yvirlit-20131.jpg

Startnummur til TF-Vetrarkappingina skulu heintast leygardagin í Kerjalon millum kl. 11.30 og kl. 12.30 og tá kann eisini meldast til. Men best er um ein meldar til frammanundan, og tað kann gerast her inntil kl. 22.00 fríggjakvøldið. Kostnaðurin er fyri vaksin kr. 100 kr. og børn kr. 50.

Tá komið er á mál, bjóða Hvirlan og Hotel Føroyar heitt kakao og bollar. Heiðursmerkir verða handaði í Kerjalon eftir renningina, og beint aftaná verður lutakast um hesar vinningar:

  1. Sveimandi vikuskifti fyri 2 á Hotel Føroyum
  2. Gávukort frá Áarstovu fyri 2
  3. Gávupakki frá Niels L. Arge á Kongabrúnni
  4. Gávukort til renniskógvar til kvinnu frá Thomas Dam Intersport
  5. Gávukort til renniskógvar til menn frá Thomas Dam Intersport
  6. Gávukort frá hvonn fyri 2
  7. Tjógv
  8. Gás

GG: Vinnarin skal vera á staðnum, annars verður drigið umaftur.

 

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Sundar 12.11.17 - 21:02

Er møguleiki at ganga-renna,altso fyri amatørar

Comments are closed.