Annað árið á rað skipar Hvirlan fyri mannfólkarenning. Tiltakið í fjør var somikið væl eydnað, at vit taka táttin upp aftur. Renningin verður 3. mai og byrjað verður kl. 13.00
Tiltakið heldur til, eins og í fjør, úti við Sandá, so runnið verður í kallmansligum umhvørvi. Talan er bæði um kapping fyri lið og einstaklingar. Melda til her á síðuni, men tilmeldingin er galdandi, tá ið goldið er á kontonummar: 9181 – 4218215.
Kostnaður fyri einstaklingar er kr. 150, meðan kostnaður fyri lið er kr. 400, og luttakarakravið er tríggir mans.
Um meldað verður til á degnum er kostnaðurin 200,00 kr. fyri einstaklingar og 500,00 kr. fyri liðið. Verður melda til á staðnum, ber einans til at gjalda reiðum peningi. Byrjað verður kl. 13.00, og tilmelding á staðnum fer fram frá kl. 11.30-12.30.
Kom við! Hetta er gott høvi hjá vinmonnum, arbeiðsplássum, ítróttafólki og øllum møguligum monnum at dyrka seg sjálvar.
Hvirlan bjóðar øllum monnum vælkomnum á mannfólkarenning 2014. Lesið meira um tiltakið á www.hvirlan.fo.
Niðanfyri er innslag frá Mannfólkarenningini í fjør.