Mannfólkarenningin verður leygardagin

Skrivað hevur

Nú leygardagin 14. apríl 2018 klokkan 13.00 fer Hvirlan enn einaferð at skipa fyri Mannfólkarenning. Og lat tað vera sagt beinanvegin: hetta er ikki fyri fínar damur!

Runa, sandur, vatn, grill frá Ørvaroddum, DJ, T-shirt, vøddabilar, lutakastvinningar og okkurt frá Føroya Bjór. Kappast móti tær sjálvum, móti hinum ella kappast sum lið saman við starvsfeløgum. Alt er møguligt. Hetta er eitt herligt høvi at koma út í Havnardal at prógva fyri sær sjálvum, at man framvegis er eitt rættiligt mannfólk.

Mannfólkahørmurin aftaná ber tó prísin. Kom og ver við. Kom og njót tað. Melda til HER

Kappast verður í hesum bólkum:

  • Mansunglingar: f 1997-2001
  • Menn opin bólkur -2001
  • Veteranar 1963-1992
  • Superveteranar 1953-1962
  • Ultraveteranar 1952 ella fyrr

Prísurin er einans 100 kr fyri hvønn luttakara. Tað kostar einki eyka at melda 3-mannalið til liðkappingina.

Far inn á síðuna hjá HVIRLUNI og les alt um tiltakið

Mannfólk8
Ein túrur um Sandá er eisini partur av túrinum. Sjálvandi skalt tú eisini royna hetta.

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*