Triðja árið á rað skipar Hvirlan fyri ársins Mannfólkarenning. Kappingin verður leygardagin 11. apríl klokkan 13. Startur og mál verður við hjá Wenzel, sum nú eisini er høvuðsstuðul hjá Hvirluni.
Runnið verður í trimum bólkum:
- Menn føddir í 1970 og seinni
- Menn føddir í 1960 – 1969
- Menn føddir í 1959 ella fyrr
Og so er eisini spennandi liðkapping, har kappast verður um eitt av Føroya størstu steypum. Á hvørjum liði eru tríggir rennarar.
Mannfólkarenningin verður runnin á vegnum, á gøtum, í áum, á sandi og aðra staðni við. Ein bæði stuttlig, øðrvísi og avbjóðandi teinur, sum er umleið 6 km til longdar.
Kostnaður fyri renningina er 150 kr. Teir fyrstu 200 at melda til fáa eina blusu. Tilmelding á www.hvirlan.f0