Home Komandi tiltøk MIF Top Run 2008

 

Mjørkadals Ítróttarfelag (MÍF) skipar fyri MIF TOP RUN, fyri 6. ferð tann 30. august 2008, kl. 15:00. Øll eru vælkomin at luttaka.

MIF TOP RUN er motiónsrenning. Tað vil siga, at øll, sum javnan motiónera, kunnu vera við.

Øll, sum hava luttikið í MIF TOP RUN fimm tey seinastu árini, hava gjøgnumført renningina, so tað er ikki ein ógjørlig uppgáva.

TOP RUN er ein avbjóðing, tí teinurin er móti brekku nærum allan vegin. Renningin byrjar vid Statoilstøðina í Kollfjarðadali (75 metrar yvir havinum) og endar á Sornfelli (680 metrar yvir havinum), eitt strekkið uppá 9,8 km. 

Renningin verður býtt sundur í fýra bólkar:

* Menn undir 40 ár
* Menn yvir 40 ár
* Kvinnur undir 40 ár
* Kvinnur yvir 40 ár

Trý tey fyrstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki. Metið fyri menn er 45m 02s, og tað eigur Sigurð Justinussen, sum setti tað í 2005. Hjá kvinnum er tað Bjørk Herup Olsen, sum rann rutuna í 2007 við tíðini 53m 43s.

Tað er ókeypis at luttaka. Tilmelda á www.mif.fo. Tilmelding kann eisini fara fram á staðnum frá kl. 13:30 til kl. 14:30.

Allir luttakararnir, sum gjøgnumføra fáa eitt diplom eftir renningina.

Meira fæst at vita um renningina á www.mif.fo.

0 comment
0

Related Articles