Í morgin – leygardagin 9. februar skipar Bragdið fyri einari minikapping á Tórsbreyt. Hann lovar gott veður í morgin, og hjá fleiri er tíðin farin at renna undan, nú bert góðar tvær vikur eru eftir at klára oyggjaleikakravið.
Tað verður bert kappast á 200 og 800 metrum, so fyrireikararnir vænta ikki, at tað fer at taka stórt meira enn ein hálvan tíma at avgreiða kappingarnar. Tey í Bragdinum møta klokkan 14.00, men kappingarnar byrja klokkan 15.00. Øll kunnu vera við!