Home Komandi tiltøk NATLOC Vitarenning um vikuskiftið

NATLOC Vitarenning um vikuskiftið

by Hallur Holm

Hetta vikuskiftið skipar Hvirlan fyri NATLOC vitarenning, har fólk úr sjey ymiskum londum eru komin til Føroya at renna við korti og kumpass, samstundis sum tey njóta føroysku náttúruna.

Kappingarnar byrjaðu longu mikudagin, tá runnið varð kring viðarlundini í Hoydølum. Í dag er so býarspurtur á skránni, har runnið verður í miðbýnum og har um leiðir í Havn. Leygardagin verður so runnið úti í Nólsoy og sunnudagin verður kappingin kring rossagøtuna og Húsahaga í Havn.


Í vitarenning hjálpir ikki at hava høvdið undir arminum, meðan tú rennur. Her mugu bein og heili samstarva allan vegin

Øll kunnu vera við til kappingarnar. Upplæring at brúka kort og kumpass er ein tíma undan øllum renningunum, so tað er bara at koma við. Tilmelding til kappingina í Nólsoy er á Kunningarstovuni har úti kl. 10.30. Dúgvan siglir eykatúr av Havnini kl. 10.00 í sambandi við tiltakið, og siglir inn aftur eftir lokna kapping.

Kappingin sunnudagin byrjar klokkan 10.00. Til hesa kappingina fer tilmeldingin fram í Kerjalon frá klokkan 9.00. Kostnaðurin fyri luttøku er 145 kr. Men tekur tú alla familjuna við, sleppur hon øll sum hon er fyri 200 kr.

Fleiri og neyvari upplýsingar á hesari slóðini: http://www.hvirlan.fo/natloc-2014-spennandi-nattururenning-runt-sudurstreym/

 

0 comment
0

Related Articles