Home Komandi tiltøk Náttarrenning á mentanarnáttini – nú fríggjakvøldið kl. 22.00

Náttarrenning á mentanarnáttini – nú fríggjakvøldið kl. 22.00

by Guttorm Sørensen

Tíðinaskriv frá Bragdinum:

Bragdið sjónligt mentanarnáttina!

Okkara næsta náttarrenning fer av bakkastokki mentanarnáttina.

Seinasta ár royndu  supermotionistarnir í Bragdinum at skipa fyri náttarrenning og tiltakið var so mikið væl eydnað, at roynt verður aftur í ár.

Renningin er ikki bert fyri Bragdarlimir, og tað er als eingin kapping, men øll sum hava hug at uppliva býin øðrvísi, um tey so renna ella ganga, eru vælkomin við. Tvær rutur eru at velja ímillum, tann styttra er 4 km og tann longra er 8 km.

Øll byrja  og enda á sama stað, við Lindbergshúsið, har Skyn heldur til. Komin á mál, er frukt og vatn at fáa, sum høvuðsstuðul okkara, Bank Nordik, bjóðar og Bragdarlimir bjóða te og kaffi og ein søtan bita afturvið.

Ruturnar eru soleiðis: Frá Bank Nordik oman eftir gongugøtuni og út á Tinganes, út á Reyn, framvið Havnar Kirkju, út eftir Skálatrøð, út í Álaker, oman í Sandágerð, heim eftir J.C. Svabosgøtu, Dr. Jacobsensgøtu, Tróndargøtu, yvir móti Steinatún og oman til Bank Nordik. Um 4 km eru ov stuttir, ber til at renna víðari niðan eftir Bøkjarabrekku, til høgru eftir R.C.Effersøesgøtu, til vinstru eftir Hoyvíksvegnum, snara til høgru eftir gøtuni yvir móti Eysturvølli, eftir Stoffalág, yvir móti Óðinshædd, har Posta heldur til, yvirum og so eftir Staravegnum. Út á R.C. Effersøesgøtu oman til Effo og so eftir Hoydalsvegnum beint oman til Bank Nordik.

Vit í Bragdinum gleða okkum at síggja nógv fólk, kend og minni kend, til ein øðrvísi rennitúr mentanarnáttina í Havn.

0 comment
0

Related Articles