Hvirlan skipar aftur í ár fyri frálíka tiltakinum – Náttúrurenning við Kerjar – leygardagin 16. november kl. 13:00. Tiltakið er fyri øll, familjur við og uttan børn, eldri og yngri, rennarar og gongufólk. Vel millum 3 rutur 1,5 km – 5,5 km – 10,5 km. Vit byrja á økinum við Berg Hestar.
Á málinum bjóðar Hotel Føroyar heitt kakao og bollar, og øll eru við í dráttinum um hesar vinningar:
1. Vikuskifti fyri 2 á Hotel Føroyum við morgunmati
2. Gávukort frá Heima í Havn
3. Gávukort frá Meira av tí góða
4. Gávukort frá INTERSPORT, renniskógvar
5. Gávukort frá Niels L. Arge á Kongabrúnni
6. Tjógv (Birna og Niclas)
Vinnararnir heinta vinningin á staðnum beinanvegin.
Melda til og rinda on-line á www.fif.fo
Royndu rennararnir tilskila, um tey luttaka í vetrarkappingini her.
Kostnaður: Vaksin 100 kr og børn (árgang 2004 ella seinni) 50 kr.
Renniblusa er til øll, ið melda til innan 9. november 2019. Tað ber eisini til at melda til á sjálvum degnum frá kl. 12:00, men tá fæst eingin renniblusa.