Hvirlan skipar fyri einum frálíkum tiltaki leygardagin 24. november kl. 14.00. Tiltakið er fyri øll, familjur við børnum, eldri og yngri, rennarar og gongufólk.
Við at røra teg ert tú við í lutakastinum um góðar vinningar, til dømis Sveimandi vikuskifti fyri tvey á Hotel Føroyum, eina góða gás til jóla og mangt annað. Tey, sum melda til innan 10. november fáa renniblusu við í tilmeldingini. Viðmerk stødd á renniblusu.
Vinningar fyri at ganga/renna eru hesir:
1. Sveimandi vikuskfiti fyri 2 á Hotel Føroyum
2. Gávukort á Áarstovu fyri 2
3. Gávupakki frá Niels L. Arge á Kongabrúnni
4. Renniskógvar til kvinnur frá Asics við rennitest á bandi frá Thomas Dam Intersport
5. Renniskógvar til menn frá Asics við rennitest á bandi frá Thomas Dam Intersport
6. Gávukort á Hvonn fyri 2
7. Tjógv
8. Gás
Tilmeldingin fer fram her: www.hvirlan.fo/tilmelding
Kort yvir ruturnar koma í næstum á heimasíðuna. Á Hvirlan.fo kann meira lesast um tiltakið.
Sí lýsing niðanfyri.
4 comments
Hey brúki str 42 ella large 🙂
Hey brúki str. 42 ella large 🙂
Hey brúki str 40 ella medium
Hey eg brúki nr. X large
Comments are closed.