Nýggjárshálvmarathon verður 7. januar

Skrivað hevur

Leygardagin 7. januar skipar Roysnið fyri hálvmarathon kapping í Eysturoy.

Henda kapping hevur verið fastur táttur seinnu árini. Hon er samstundis fyrsta rennikappingin í nýggja árinum.

Veðrið avgerandi
Um tað viðrar, verður kappingin fyriskipað leygardagin 7. januar. Er veðrið ikki til vildar leygardagin, verður kappingin flutt eina viku. Endalig støða verður tikin fríggjakvøldið og kunngjørd her á síðuni.

Rutan
Sum vanligt verður byrjað á vegnum oman til Funningsfjørð á leið áraka eystara tunnilsmunnanum. Runnið verður úteftir móti málinum á Tofta kei.

Á skipanesi verður farið eftir niðara vegnum til Søldarfjarðar. Í Runavíkini verður sneitt oman á Fjøruveg við Sjómansheimið.

Bert fyri vaksin
At renna eitt hálvmarathon á hávetri er krevjandi. Tí hava fyrireikararnir gjørt av, at í hálvmarathon renningini leygardagin kunnu bert tey luttaka, ið eru fødd í 1991 ella fyrr

Bólkarnir eru hesir:
-Kvinnur/Menn (f.1961-1991)
-Veteranar (f.-1960)

Byrjað verður kl. 12.00
Hálvmarathon kappingin byrjar kl. 12.00 á vegnum oman til Funningsfjørð.

Tilmelding og gjald
Tilmelding fer fram her á heimasíðuni innan midnátt fríggjakvøldið. Til ber eisini at melda til við startin kl. 11.45 kappingardagin.

Luttøkugjaldið, sum er kr. 50,-, verður goldið, tá startnummarið verður avheintað við startin leygardagin.

Comments are closed.