Home Komandi tiltøk Nógvar kappingar næstu dagarnar

Nógvar kappingar næstu dagarnar

by Hallur Holm

Hetta er tíðin, tá rokan er í fjøruni, nú tað nærkast evstamarki fyri at røkka einum úrsliti, sum er nóg gott at tryggja sær sess á landsliðunum, sum fara til Gøtuborg um ein góðan mánað. Ein av hesum kappingum var í kvøld. Einans 100 metra renning var á skránni, og runnið varð í fýra riðlum. Eitt lítið lot ímóti argaði rennararnar, og tók broddin av topptíðunum.
opin 100 m alda
Alda S. Lamhauge er ein av Føroya allar skjótastu kvinnum. Í dag  rann hon skjótastu tíð. (mynd: Hvirlan, Bjørg)

Úrslitini vóru hesi:

Gentur 2: (vind -0,8)
1. Bára J. Glerfoss (03) 14,14
2. Theresa F. Bláhamar 01 14,28
3. Sára Iversen (03) 14.81
4. Urd R. á Lofti (01) 14,91
5. Erna Krett Hansen (03) 15,05
6. Kristianna S. Joensen (03) 15,43

Gentur 1 (vind -2,0)
1. Alda S. Lamhauge (98) 13,86
2. Elisabet Holm Simonsen (01) 13,89
3. Edna Maria Debes (97) 14,50
4. Tinna Berg Jørgensen (99) 14,59
5. Lý Høgnadóttir Mohr (02) 15,41

Dreingir 1 ( vind -1,4)
1. Tórur Mortensen (98) 11,78
2. Magnus Dal-Christiansen (97) 12,51
3. Andreas B. Antoft (02) 2,95

Dreingir 2 (vind -1,8)
Miso Buha (03) 13,59
Hans Erland Thomsen (03) 13,99
Jógvan Gullfoss (04) 15,07

opin 100 m tórur
Tórur Mortensen fekk góðan start. Hann ætlar sær bólkametið hjá dreingjum 18 ár. Tað deila Rói Holgarsson og Rúni Jacobsen við 11,76 sekund. Hesaferð rakk tað ikki hjá Tóri, sum endaði á 11,78 sekund. Man tað ikki vera ein spurningur um tíð?  (mynd: Hvirlan, Bjørg)

opin 100 m
13 ára gamla Bára Glerfoss stingur seg fram, og vinnur riðilin við 14,14 sekund. Harvið tók hon eisini bólkametið (mynd: Hvirlan, Bjørg)

31. mai er seinasti dagur at klára krav nú fram móti VU-Spelen, og fram til tá verða fleiri royndir gjørdar. Kappingarnar hesar dagarnar verða hesar:

Hósdagin 26. mai – Tórsbreyt
Kl. 18.30 Klingrukast – 14 ár og eldri. Gentur og dreingir kasta samstundis. (Hvirlan)

Leygardagin 28. mai – Tórsbreyt 
14.00 Trístøkk – 14 ár og eldri. Gentur og dreingir leypa samstundis. (Hvirlan)

Leygardagin 28. mai – Svangaskarð 

kl. 14.00 60m   (2005-2008)
kl. 14.20 kúlustoyt   (2005-2008)
kl. 15.00 longdarlop (2005-2008)
kl. 15.45 600m  (2005-2008)

kl. 14.20 100m  (2004 og eldri)
kl. 15.00 kúlustoyt  (1999-2004)
kl. 15.30 longdarlop (2004 og eldri
kl. 16:00 600m  (2004 og eldri)

 

Mánadagin 30. mai – Tórsbreyt 
Kl. 17.30 Longdarlop gentur/kvinnur  – um fleiri enn 12, verður býtt sundur, eldru fyrst. (Hvirlan)
Kl. 18.15 Longdarlop dreingir/menn – um fleiri enn 12, verður býtt sundur, eldru fyrst. (Hvirlan

Kl. 17.30 200 m, dreingir og menn – eldru bólkar renna fyrst. (Bragdið)
Kl. 18.15 200 m, gentur og kvinnur – eldru bólkar renna fyrst. (Bragdið)

Týsdagin 31. mai – Tórsbreyt 
Kl. 18.00 Spjótkast 14 ár og eldri (Hvirlan)

Kl. 18.00 600 m 12 ár og eldri. (Bragdið)

Nærri kunning á heimasíðum og facebook-bólkum hjá fyriskipandi feløgunum.

 

 

0 comment
0

Related Articles