Home Komandi tiltøk North Atlantic Orienteering Championship

North Atlantic Orienteering Championship

by Hallur Holm

Tíðindaskriv:

O-renning er ein skjótt vaksandi ítróttargrein, ið gevur fólki møguleika at uppliva náttúruna og røra seg samstundis. Nú kemur tað eisini til Føroyar.

Í 2011 skipaðu NASP í Nuuk og Rathlaupsfelagið Hekla í Reykjavík fyri fyrstu útgávu av North Atlantic Orinteering Championships (www.natloc.org). Hetta fór fram í Nuuk og Reykjavík. Í ár er Hvirlan vorðin partur av hesum samstarvinum, og verða trý av níggju umførum í Føroyum. Hesi eru:

  • 12. Juli: miðteinur (tvs uml 30-45 min) við ríðibreytina í Havnaradali.
  • 13. Juli: Langteinur (tvs 45 min til 1 tíma 15 min) á Nólsoynni.
  • 14. Juli: sprint (15-30 min) í Tórshavn.

Kappingin er í sokallaðari orienteringrenning, ella bara o-renning. O-renning er nýggj grein í Føroyum. Kappingarnar fara fram á tann hátt at luttakarar fáa eitt kort yvir økið á startinum. Á kortinum eru støð merkt, sum luttakarin skal finna. So er uppgávan skjótast møguligt at finna øll støðini (postarnar) og síðan renna aftur á mál. Longru teinarnir seta størri krøv til renni-eginleikarnar, meðan styttru seta størri krøv til kortlesaran.

O-renning er ein heildaruppliving, har ein fær møguleika fyri at bøta sær um heilsuna við at fáa pulsin upp, styrkja beinini og betra um balancuna. Harafturat verða sett krøv til evnini at orientera seg í náttúruni umframt at lesa kort, fyri ikki at tala um gleðina við at verða úti í náttúruni, bæði sum einstaklingur og sum familja.

Meir sæst á www.hvirlan.fo

North Atlantic Orienteering Championships til Føroya eisini

 

 

 

 

0 comment
0

Related Articles