Umboð fyri Roysnið hava verið úti á rutuni í kvøld og meta tað vera óforsvarligt at renna í morgin.
Tað er ísur og kavi í vegjaðaranum, og veðurforsøgnirnar boða frá kulda fram til seinnapartin í morgin. Tí kann støðan ikki væntast at broytast nógv til tað betra.
Við atliti til trygdina hjá rennarunum, serliga úti á landsvegnum, er avgerð tí tikin um at flyta Skechers Performance Nýggjárshálvmarathon eina viku til leygardagin 11. januar kl. 11.