Nýggjárshálvmarathon verður sum ætlað runnið í morgin. Hóast veðrið má sigast at verða avbjóðandi – sagt verður frá nógvum mótvindi og regni – er avgerð tikin um at renna. Talan verður neyvan um persónlig met í morgin, men hinvegin fáa luttakararnir høvi at royna viljan í torførum umstøðum.
Eftir kappingina ber til at skifta í NSÍ-hølunum í Runavík, og síðan verður okkurt gott at fáa í Sjócaféini.
Kappingin byrjar, sum nevnt í grein longur niðri á síðuni, á vegnum oman til Funningsfjørð kl. 11. Og runnið verður út á Tofta kei.