Home Komandi tiltøk Nýggjárshálvmaraton verður 7. januar

Nýggjárshálvmaraton verður 7. januar

by Guttorm Sørensen

Leygardagin 7. januar kl. 11.00 skipar Roysnið fyri hálvmaraton kapping í Eysturoy. Henda kapping hevur verið fastur táttur seinnu árini, og er samstundis fyrsta rennikappingin í nýggja árinum. Seinasta ár, í tí nógva mótvindinum, vóru tað Karina Ottosen (1.36.56) og Sam Vang (1.33.08)  í vunnu opnu bólkarnar.

Billede:

Rutan
Sum vanligt verður byrjað á vegnum oman til Funningsfjørð á leið áraka eystara tunnilsmunnanum. Runnið verður úteftir móti málinum á Tofta kei. Á Skipanesi verður farið eftir niðara vegnum til Søldarfjarðar. Í Runavíkini verður sneitt oman á Fjøruveg við Sjómansheimið. Málið er á Toftum beint við vegin oman á Tofta kai. Hettar er á sama stað, sum málið var til kappingina “Runt Agnið”. Hettar ber so í sær at starturin er eitt sindur norðari enn hann hevur verið frammanundan, soleiðis, at vit nú starta eitt sindur norðanfyri grótbrotið.

Billede:

Bert fyri vaksin
At renna eitt hálvmarathon á hávetri er krevjandi. Tí hava fyrireikararnir gjørt av, at í hálvmarathon renningini leygardagin kunnu bert tey luttaka, ið eru fødd í 2000 ella fyrr.
Bólkarnir eru hesir:
-Kvinnur/Menn (f. -2000)
-Kvinnur/Menn Veteranar (f. 1962-71)
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. -1961)

Billede:

Byrjað verður kl. 11
Hálvmarathon kappingin byrjar kl. 11.00 á vegnum oman til Funningsfjørð.

Tilmelding og gjald
Tilmelding fer fram her á heimasíðuni áðrenn kl 22:00 fríggjakvøldið 6. januar. Til ber eisini at melda til við startin og í seinasta lagi kl. 10.45 kappingardagin. Luttøkugjaldið er kr. 100.

Billede:

Heiðursmerkjahandn og ábit
Eftir renningina, uml. kl. 13.30 tá øll eru komin á mál, verður heiðursmerkjahandan og hugnaløta við heitum vaflum o.a. gott í Tofta Skúla. Har verður eisini møguleiki fyri brúsu og umklæðing.

Bussur aftur til startin
Teir rennarar, sum ynskja buss aftur til startin, skulu boða frá hesum tá startnummarið verður avheintað.

0 comment
0

Related Articles