Home Komandi tiltøk Nýggjárshálvmaraton verður leygardagin

Nýggjárshálvmaraton verður leygardagin

by Hallur Holm

Ársins fyrsta rennikapping verður sum vant fyrsta leygardagin í nýggja árinum. Nýggjárshálvmaraton er blivin ein betri og betri umtókt kapping, og seinnu árini hava einir 60-70 rennarar verið við í kappingini.

Tað er felagið fyri frælsan ítrótt í Eysturoynni, Roysnið, sum er fyriskipari av kappingini, og soleiðis skriva tey á teirra fb-vanga:


Stórur luttakaraskari var til seinasta nýggjárshálvmaraton. Væntandi verður hann enn størri í 2015.

Leygardagin 3. januar kl. 11.00 skipar Roysnið fyri hálvmarathon kapping í Eysturoy.
Henda kapping hevur verið fastur táttur seinnu árini, og er samstundis fyrsta rennikappingin í nýggja árinum. Í fjør vann Marnar Djurhuus kappingina hjá monnum, men hann rennur ikki í løtuni og skal tí ein nýggjur vinnari finnast. Hjá kvinnunum vann Rigmor N. Arge kappingina.

Rutan:
Sum vanligt verður byrjað á vegnum oman til Funningsfjørð á leið áraka eystara tunnilsmunnanum. Runnið verður úteftir móti málinum á Tofta kei. Á Skipanesi verður farið eftir niðara vegnum til Søldarfjarðar. Í Runavíkini verður sneitt oman á Fjøruveg við Sjómansheimið. Málið er á Toftum beint við vegin oman á Tofta kai. Hettar er á sama stað, sum málið var til kappingina “Runt Agnið”. Hettar ber so í sær at starturin er eitt sindur norðari enn hann hevur verið frammanundan, soleiðis, at vit nú starta eitt sindur norðanfyri grótbrotið.

Bert fyri vaksin:
At renna eitt hálvmarathon á hávetri er krevjandi. Tí hava fyrireikararnir gjørt av, at í hálvmarathon renningini leygardagin kunnu bert tey luttaka, ið eru fødd í 1998 ella fyrr. Bólkarnir eru hesir:
-Kvinnur/Menn (f. -1998)
-Kvinnur/Menn Veteranar (f. 1960-69)
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. -1959)Byrjað verður kl. 11
Hálvmarathon kappingin byrjar kl. 11.00 á vegnum oman til Funningsfjørð.

Tilmelding og gjald
Tilmelding fer fram her á heimasíðuni áðrenn kl 22:00 fríggjakvøldið 2. januar. Til ber eisini at melda til við startin og í seinasta lagi kl. 10.45 kappingardagin. Luttøkugjaldið, sum er kr. 50 verður goldið, tá startnummarið verður avheintað við startin leygardagin.

Eftir renningina, uml. kl. 13.30 tá øll eru komin á mál, verður heiðursmerkjahandan og hugnaløta við heitum vaflum o.a. gott í Tofta Skúla. Har verður eisini møguleiki fyri brúsu og umklæðing.

Flutningur
Skipað verður fyri flutningi frá Toftum til Funningsfjørð eftir renningina. Hettar er tó treytað av at nóg góð undirtøka er fyri tí, helst minsta lagið 10 fólk og kostar hettar kr 50,00 fyri hvønn.
Eisini verður bilur á startinum og heintar skiftiklæði hjá luttakarunum og koyrir tey út á Toftir.

0 comment
0

Related Articles