Home Komandi tiltøk Nýggjárshálvmaraton verður leygardagin

Nýggjárshálvmaraton verður leygardagin

by Guttorm Sørensen

Leygardagin 2. januar kl. 11.00 skipar Roysnið fyri hálvmaraton kapping í Eysturoy. Henda kapping hevur verið fastur táttur seinnu árini, og er samstundis fyrsta rennikappingin í nýggja árinum. Seinasta ár vóru tað Rigmor N. Arge (1.33.42) og Sam Vang (1.18.21)  í vunnu opnu bólkarnar.

Rutan
Sum vanligt verður byrjað á vegnum oman til Funningsfjørð á leið áraka eystara tunnilsmunnanum. Runnið verður úteftir móti málinum á Tofta kei. Á Skipanesi verður farið eftir niðara vegnum til Søldarfjarðar. Í Runavíkini verður sneitt oman á Fjøruveg við Sjómansheimið. Málið er á Toftum beint við vegin oman á Tofta kai. Hettar er á sama stað, sum málið var til kappingina “Runt Agnið”. Hettar ber so í sær at starturin er eitt sindur norðari enn hann hevur verið frammanundan, soleiðis, at vit nú starta eitt sindur norðanfyri grótbrotið.

DSC07301

Bert fyri vaksin
At renna eitt hálvmarathon á hávetri er krevjandi. Tí hava fyrireikararnir gjørt av, at í hálvmarathon renningini leygardagin kunnu bert tey luttaka, ið eru fødd í 1999 ella fyrr.
Bólkarnir eru hesir:
-Kvinnur/Menn (f. -1999)
-Kvinnur/Menn Veteranar (f. 1961-70)
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. -1960)

Byrjað verður kl. 11
Hálvmarathon kappingin byrjar kl. 11.00 á vegnum oman til Funningsfjørð.

Tilmelding og gjald
Tilmelding fer fram her á heimasíðuni áðrenn kl 22:00 fríggjakvøldið 1. januar. Til ber eisini at melda til við startin og í seinasta lagi kl. 10.45 kappingardagin. Luttøkugjaldið, sum er kr. 50 verður goldið, tá startnummarið verður avheintað við startin leygardagin.
Eftir renningina, uml. kl. 13.30 tá øll eru komin á mál, verður heiðursmerkjahandan og hugnaløta við heitum vaflum o.a. gott í Tofta Skúla. Har verður eisini møguleiki fyri brúsu og umklæðing.

Bussur aftur til startin
Teir rennarar, sum ynskja buss aftur til startin, skulu boða frá hesum tá startnummarið verður avheintað. Kostnaðurin fyri bussin er kr. 50,00.

0 comment
0

Related Articles