Nýggjárshálvmaraton verður leygardagin

Skrivað hevur

Nýggjarshálvmarathon, sum gongur fyri seg millum Fjarða og úteftir Skálafjørðinum, hevur í fleiri ár verið fyrsta skotið til motiónsárið hjá føroyskum rennarum. So verður eisini anno 2020, tí Roysnið skipar nú leygardagin tann 4/1-2020, í samstarvið við FÍF og Skósøluna við Gøtugjógv, aftur fyri ‘Skechers Performance’ Nýggjárshálvmarthon. Øll yvir 16 ár (fødd í 2003 ella fyrr) eru vælkomin at luttaka. Seinasta ár luttóku 90 rennarar.

Starturin verður sama stað sum í fjør, nevniliga uttanfyri skúlan í Funningsfirði. Tað riggaði nemliga heilt væl at flyta oman í bygdina, tí fasilitetir og parkeringsviðurskiftir eru betur har. Málið verður eins og í fjør við Skúlan við Løkin í Ruanvík. Teinurin, sum rennast skal, verður tó undir øllum umstøðum framvegis teir 21.097,5 metrarnar sum reglurnar fyriskriva, og tað hava fyriskiparir ornað fyri við einari lítlari krúllu í Funningsfirði.

Tilmelding gongur fyri seg á heimasíðuni hjá FÍF (http://www.atgongumerki.fo/fif/). Tað er eisini møguligt at melda til á staðnum 45-15 min áðrenn startin sum er kl. 11.00. Startnummur verða útflýggjaðið í skúlanum í Funningsfirði frá kl. 10.15.

Komin til Runavíkar verður atgongd til skiftirúm og brúsir í Bylgjuni. Suppa, kaffi og køkur verður at fáa í kantinuni í Skúlanum við Løkin, hetta áðrenn og í samband við medaljuhandanina, sum gongur fyri seg  kl. 13.45. Ein ‘finisher’ medalja verður handað øllum sum koma á mál. Til tey sum ikki hava fart eftir bilinum í Funningsfirði, koyrir ókeypis bussur úr Runavík umleið kl. 14.15.

Veðrið hava vit onga ávirkan á, og tí kunnu broytingar koma í skránna vegna veður/hálku. Møguligar broytingar verða lýstar í hesi greinini.

Úrslitini frá 2019 eru her: Nýggjárshálvmaraton 2019

og myndir frá 2019 eru at finna her: Nýggjárshálvmaraton 2019

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*