Sunnudagin 27. juli kl. 18.30 skipar Bragdið fyri rennikappingum á Skálatrøð í Havn. Kappast verður í ymsum bólkum hjá bæði vaksnum og børnum. Start og mál í øllum kappingunum er á Skálatrøð.
Byrjað verður kl. 18.30, tá vaksin renna 5 km. Runnið verður nakrar ferðir runt á Skálatrøð og út á Bakka.
Hóast øll tey vaksnu byrja í senn, so verður kappast í trimum aldursbólkum: vaksin fødd í 1992 ella fyrr, vaksin fødd í 1953-62 (veteranar), og vaksin fødd 1952 ella fyrr (superveteranar). Hetta er samstundis síðsta umfar av Grand Prix kappingini.
Børnini byrja at renna kl. 19.00 tá dreingir og gentur – 7 ár (f. 2001 ella seinni) renna einaferð runt, t. e. 600m. Síðani renna dreingir og gentur – 10 ár (f. 1998-2000) sama tein.
Tey størru børnini renna 2 ferðir runt, t. e. 1200 m. Kappast verður í hesum bólkum: dreingir og gentur – 13 ár (f. 1995-1997) og dreingir og gentur – 17 ár (f. 1991-1994).
Nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkunum fáa heiðursmerki.
Tilmelding kann bert gerast á www.renn.fo og startnr. skulu heintast uttan fyri handilin hjá P/F Lutzens Timburhandli kl. 17:00-18:00. Luttøkugjald kr. 50,00 fyri vaksin og kr. 30,00 fyri børn skal gjaldast í sambandi við avheintan av startnr. Tilmeldingarfreistin er úti Leygardagin tann 26. juli.
Skrá:
17:00 Heintan av startnummari á Skálatrøð ( Lutzens Timburhandli)
18.30 Vaksin (fødd í 1992 ella fyrr) renna 5 km
19.00 Børn – kappast í hesi raðfylgju:
-Børn – 7 ár (f. 2001 ella seinni) renna 600m
-Børn – 10 ár (f. 1998-2000) renna 600m
-Børn – 13 ár (f. 1995-1997) renna 1200m
-Børn – 17 ár (f. 1991-1994) renna 1200m
19.30 Heiðursmerkjahandan
Bragdið
3 comments
Vónandi kann hann koma við, hóast vit eru ov sein at melda til. Vistu ikki av, at freistin var í gjár.
Vinarliga
omman hjá Eliasi
Hej
Undskyld jeg ikke skriver på Færøsk.
Jeg deltog i løbet i går, og vil høre om hvor resultatet bliver offentliggjort og om der eventuelt er lagt billeder ud nogen steder?
PÅ forhånd tak for hjælpen – og tak for et godt løb!
Venlig hilsen
Laust
Hej Laust
Nu er resultater og billeder lagt ud.
mvh
Comments are closed.