Ólavsøkurenningin 2010
Týsdagin 27. juli kl. 18.00 skipar Bragdið fyri rennikappingum á Skálatrøð í Havn. Kappast verður í ymsum bólkum hjá bæði vaksnum og børnum. Start og mál í øllum kappingunum er á Skálatrøð.
Byrjað verður kl. 18.00, tá vaksin renna 5 km. Runnið verður nakrar ferðir runt á Skálatrøð og út á Bakka. Rutan er tann sama sum í 2009!
Spenningurin er eisini stórur, tí hetta er seinasta umfarð av Grand Prix kappingini hjá teimum vaksnu, og verður kappingin avgjørd á Ólavsøku.
Øll tey vaksnu byrja í senn, og verður kappast í trimum aldursbólkum: vaksin fødd í 1994 og eldri, vaksin fødd í 1964 og eldri (veteranar), og vaksin fødd 1954 og eldri (superveteranar). Hetta er samstundis síðsta umfar av Grand Prix kappingini.
Børnini byrja at renna kl. 18.30 tá gentur og dreingir – 7 ár (f. 2003 og eldri) renna einaferð runt, t. e. 600m. Síðani renna gentur og dreingir – 10 ár (f. 2000-2002) sama tein.
Tey størru børnini renna 2 ferðir runt, t. e. 1200 m. Kappast verður í hesum bólkum: gentur og dreingir – 13 ár (f. 1997-1999) og gentur og dreingir – 17 ár (f. 1993-1996).
Nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkunum fáa heiðursmerki.
Tilmelding kann bert gerast á www.renn.fo og startnr. skulu heintast uttan fyri handilin hjá P/F Lutzens Timburhandli kl. 17:00-18:00. Luttøkugjald kr. 50,00 fyri vaksin og kr. 30,00 fyri børn skal gjaldast í sambandi við avheintan av startnr. Tilmeldingarfreistin er úti mánadagin tann 26. juli.
Skrá:
17:00 Heintan av startnummari á Skálatrøð ( Lutzens Timburhandli)
18.00 Vaksin (fødd í 1994 og eldri) renna 5 km
18.30 Børn – kappast í hesi raðfylgju:
Børn – 7 ár (f. 2003 og eldri) renna 600m
Børn – 10 ár (f. 2000-2002) renna 600m
Børn – 13 ár (f. 1997-1999) renna 1200m
Børn – 17 ár (f. 1993-1996) renna 1200m
19.30 Heiðursmerkjahandan nr.1, 2 og 3 í FM GrandPrix kappingini fáa steyp til ognar.
Høvðusstuðul: FøroyaBanki og Trygd.
Stuðla tiltakinum hava: MBM – INN – FøroyaBjór
2 comments
føddur 1985. Tórshavn
Hey – tað er eitt sindur ógreitt viðv. børnunum. Eg havi ein son sum er 7 ár, men er føddur í 2002 (august). Nær skal hann renna?
Comments are closed.