Fríggjadagin 27. juli kl. 18.30 skipar Bragdið fyri rennikappingum á Skálatrøð í Havn. Kappast verður í ymsum bólkum hjá bæði vaksnum og børnum. Startur og mál í øllum kappingunum er á Skálatrøð.
Byrjað verður kl. 18.30, tá vaksin renna 5 km. Runnið verður nakrar ferðir runt niðri á Skálatrøð og út á Bakka.
Hóast øll tey vaksnu byrja í senn, so verður kappast í tveimum aldursbólkum: vaksin fødd í 1989 ella fyrr, og vaksin fødd í 1961 ella fyrr (veteranar). Hetta er samstundis síðsta umfar av Grand Prix kappingini.
Børnini byrja at renna kl. 19.00 tá dreingir og gentur – 7 ár (f. 2000 ella seinni) renna eina ferð runt, t. e. 600m. Síðani renna dreingir og gentur – 10 ár (f. 1997-1999) sama tein.
Tey størru børnini skulu renna 2 ferðir runt, t. e. 1200 m. Kappast verður í hesum bólkum: dreingir og gentur – 13 ár (f. 1994-1996) og dreingir og gentur – 17 ár (f. 1990-1993).
Nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkunum fáa heiðursmerki.
Tilmelding kann bert gerast á www.renn.fo og startnr. skulu heintast uttan fyri handilin hjá P/F Valdemar Lutzen kl. 17.30-18.30. Luttøkugjald kr. 50,00 fyri vaksin og kr. 30,00 fyri børn skal gjaldast í sambandi við avheintan av startnr. Tilmeldingarfreistin er úti hósvøldið tann 26. juli.
Skrá:
17.30 Heintan av startnummari á Skálatrøð (Valdemar Lutzen)
18.30 Vaksin (fødd í 1989 ella fyrr) renna 5 km
19.00 Børn – kappast í hesi raðfylgju:
Børn – 7 ár (f. 2000 ella seinni) renna 600m
Børn – 10 ár (f. 1997-1999) renna 600m
Børn – 13 ár (f. 1994-1996) renna 1200m
Børn – 17 ár (f. 1990-1993) renna 1200m
19.30 Heiðursmerkjahandan
Meldið til her!
6 comments
1200 🙁 kann eg ikki renna 200 og so ganga tað við 6 😀 akk sum 200×6=1200 😀 so vissi tíðin er 25 – 30 sec ganga vit tað við 10 so verur tað 2 min og 25 sec 😀 please!!!! 🙁 orki ikki langa teinar! 🙁 fari bara at lulla..
Tú ert vælkomin at spurta 200 m og so ganga (ganga sum í ganga ikki sum í falda) rest. Men so mást tú renna ræðuliga skjótt teir fyrstu 200 m, um hini ikki skulu fáa teg aftur 😉
🙁 eg sigi tað við mammu!
eg haldi tad burdi veri meira fyri tey sum renna stutt.100 m og sovrit nakad
i veri meira fyri tey sum renna stutt.100 m og sovrit nakad
Tað er júw akk tað sum eg eri….. bara eg kann ik biða teir gera tað á Ólavsøkurenningin :p eg veit ik um tw hevur veri við til kappingini fyri børn og ung
men har havi eg bara runni 100/200/800m tí eg klári bara ik lengar teinar, tað er líka miki um eg so renni hvøn dag sum eg geri núw á Ólavsøkurenningin eg fari ik at orka at renna alt sum tað er.
hahaha!! skít! eg læss ik hattar ordiligt sorry xD! sletta tað :
Comments are closed.