Home Komandi tiltøk Ólavsøkurenningin 2012

Ólavsøkurenningin 2012

by Hallur Holm

Fríggjadagin 27. juli kl. 18.00 skipar Bragdið fyri rennikappingum á Skálatrøð í Havn. Kappast verður í ymsum bólkum bæði hjá vaksnum og børnum. Startur og mál í øllum kappingum er á Skálatrøð

Tilmelding: Meldið til á www.renn.fo, í seinasta lagi mikukvøldið 25. juli kl. 22.00. Tilmeldingin er klár!

Kostnaður: kostnaður vaksin kr. 80,- kostnaður børn kr. 40,- á www.renn.fo undir tilmelding er onlinegjald

Startnummur: Startnummur og chip skulu heintast hjá Lutzens Timburhandli, fríggjadagin 27. hyku Kl. 16.00

Tilmelding á staðnum: Tað ber eisini til at melda til á staðnum 27. juli í millum kl. 16.00 og 17.00!
gg: Tá tilmeldað verður á staðnum er kostnaður vaksin kr. 100,- og kostnaður børn kr. 50,-
Fyri at lætta um verður tó heitt á fólk at melda til í seinasta lagi 25. juli kl. 22.00

Nýtt: Chip-tíðtaking: sum nakað heilt nýtt verður á fyrsta sinni brúkt chip-tíðtaking, ella sokalla “TAGS” at skráseta tíðirnar hjá hvørjum einstøkum rennara. Allir rennarar fáa útflýggjað eitt sokallað chip saman við startnummarinum. Chippið skal setast á vinstra skógv. Vegleiðing fylgir við, um hvussu chippið skal setast á skógvin, og vegleiðing fæst eisini frá fólki á staðnum áðrenn renningina. gg. CHIPPIÐ SKAL LATAST INN AFTUR AFTANÁ RENNINGINA!!!

Startur: vaksin
Byrjað verður kl. 18.00, tá vaksin renna 5 km. Runnið verður nakrar ferðir runt niðri á Skálatrøð og út á Bakka. Sama ruta sum undanfarin ár.

Øll tey vaksnu byrja í senn, og kappast verður í trimum aldursbólkum: vaksin fødd í 1996 ella fyrr, vaksin fødd 1957-1966 (veteranar), og vaksin fødd 1956 ekka fyrr (superveteranar).

Startur børn og ung
Byrjað verður kl. 18.30 tá gentur og dreingir -7 ár (f. 2005 og seinni) renna einaferð runt, t.e. 600 m. Síðani renna gentur og dreingir -10 ár (f. 2002 – 2004) sama tein.

Tey størru børnini skulu renna 2 ferðir runt, t.e. 1200 m. Kappast verður í hesum bólkum: dreingir og gentur -13 ár (f. 1999 – 2001) og dreingir og gentur -17 ár (f. 1995 – 1998),

Nr. 1, 2, og 3 í øllum bólkunum fáa heiðursmerki. Nr. 1 í hvørjum bólki fær steyp til ognar.

Skrá:

16.00 – Heintan av startnummari á Skálatrøð (Lutzens Timburhandil)

18.00 – Vaksin (fødd 1996 ella fyrr) renna 5 km

18.30 – Børn – kappast verður í hesi raðfylgju:

  •  Børn -7 ár (f. 2005 og seinni) renna 600 m
  • Børn -10 ár (f. 2002 – 2004) renna 600 m
  • Børn -13 ár (f. 1999 – 2001) renna 1200 m
  • Børn -17 ár (f. 1995 – 1998) renna 1200 m

19.00 – Heiðursmerkjahandan

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Henry Olsen 21.07.12 - 06:43

Hey
Teknaði meg til Ólavsøkurenningina í gjár, men eri ikki komin á luttakarayvirlitið.
Vh Henry

Gutti 21.07.12 - 23:32

Hey Henry,
takk fyri spurningin.
Í smb. við tilmelding til Ólavsøkurenningina, so er skipanin soleiðis, at tilmeldingin bert er galdandi um goldið verður við gjaldskorti, tá ein meldar til á netinum.
vh/Gutti

Comments are closed.