Melda til her á síðuni, í seinasta lagi hóskvøldið 25. juli kl. 22.00.
Luttøkugjaldið fyri vaksin er kr. 80,- og fyri børn kr. 40,-. Gjaldast skal við tilmelding, onlinegjald.
Startnummar og chip skulu avheintast hjá Lützens Timburhandli, leygardagin 27. juli kl. 16.00
Tað ber eisini til at melda til á staðnum, 27. juli, í millum kl. 16.00 og 17.00!
gg: Tá tilmeldað verður á staðnum er kostnaður vaksin kr. 100,- og kostnaður børn kr. 50,-
Fyri at lætta um verður tí heitt á fólk, at melda til í seinasta lagi 25. juli kl. 22.00
Bragdið brúkar Chip-tíðtaking, at skráseta tíðirnar hjá hvørjum einstøkum rennara. Tað merkir, at allir rennarar fáa útflýggjað eitt sokallað chip saman við startnummarinum. Chippið skal setast á vinstra skógv. Vegleiðing fæst frá fólki á staðnum áðrenn renningina. gg. CHIPPIÐ SKAL LATAST INN AFTUR AFTANÁ RENNINGINA!!!
Startur: vaksin
Byrjað verður kl. 18.00, tá vaksin renna 5 km. Runnið verður nakrar ferðir runt niðri á Skálatrøð og út undir Bakka. Sama ruta sum undanfarin ár.
Aldursbólkar í Grand Prix síggja soleiðis út:
• Kvinnur opin bólkur (f. -1997) tvs. 16 ár ella eldri
• Menn opin bólkur (f. -1997) tvs. 16 ár ella eldri
• Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1958-1967) tvs. 46-55 ár
• Menn (M45+) veteranar (f. 1958-1967) tvs. 46-55 ár
• Kvinnur (K55+) superveteranar (f. -1957 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
• Menn (M55+) superveteranar (f. -1957 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
Aldurin verður roknaður sum blivin aldur tá árið er runnið.
Startur børn og ung
Byrjað verður kl. 18.30, tá gentur og dreingir renna. Sama ruta sum undanfarin ár
Aldurbólkarnir hjá børnum eru hesir:
– Dreingir-7/Gentur-7 (f.2006 ella seinni) – 430m
– Dreingir-10/Gentur-10 (f.2003-2005) – 430m
– Dreingir-13/Gentur-13 (f.2000-2002) – 1.300m
– Dreingir-17/Gentur-17 (f.1996-1999) – 1.300 m
Nr. 1, 2, og 3 í øllum bólkum fáa heiðursmerki. Nr. 1 í hvørjum bólki fær steyp til ognar.
Bragdið bjóðar øllum at vera hjartaliga vælkomin til Ólavsøkurenning aftur í ár og við ynski um eina góða Ólavsøku.

Frá renningini í fjør – ólavsøkan savnar altíð nógvar rennarar