Ólavsøkurenningin verður fríggjakvøldið

Skrivað hevur

Frá Bragdinum:

Sum seinastu nógvu árini, renna vit aftur niðri á Skálatrøð, dagin fyri Ólavsøkuaftan. Startskotið til renningina verður tann 27. juli kl.  18.00 og hjá teimum flestu, er tað eisini startskotið til eina góða Ólavsøku.

Karmarnir um renningina, eru niðri á Skálatrøð. Har er slætt og gott at renna og ikki minst, er tað sera áskoðaravinarligt. Fólk úr øllum heraðshornum plaga at luttaka og hjá fleiri útisetum er tað ein fastur táttur, at renna við Ólavsøkurenningini. Teinurin hjá teimum vaksnu er 5 km, og kann tað viðmælast ungum, sum eldri, vandum og minni vandum, at renna við.  Og ikki er neyðugt, at verða limur í nøkrum felagið. Seinastu árini eru fleiri kaffistovur á rutuni og tað ger ikki bara rutuna tronga, men við teimum koma eisini fleiri áskoðarar, sum njóta eina máltíð uttanfyri kaffistovurnar. Bátar liggja eisini undir Bryggjubakka og alt hetta ger Ólavsøkurenningina til nakað serstakt!

Børnini plaga heldur ikki at smæðast burtur og meira enn eina ferð er tað hent, at onkur nýggj stjørna stingur seg fram um hini, og vinnur óvæntað. Børnini renna styttri, enn tey vaksnu. Teinarnir eru frá 430 metrum til 1,3 km. Í ár broyta vit raðfylgjuna soleiðis, at børnini renna fyrst. Renningin byrjar sostatt kl. 18, og tey yngstu børnini renna fyrst. Heiðursmerkini handa vit so hvørt, bólkarnir eru lidnir at renna. Tey vaksnu renna aftaná, umleið kl. 18.45.

Vit í Bragdinum gleða okkum altíð til Ólavsøkurenningina og vilja vit aftur í ár bjóða tykkum øllum vælkomnum at luttaka í renningini.

Tað er lættari at fyrireika, um meldað verður  til í góðari tíð og tað er sera ómakasleyst, tí gjaldast kann við tilmelding. Freistin at melda til er  25.juli og tá  kostar tað 80 kr fyri vaksin og 40 kr fyri børn.

Leinki at melda til er her:

https://www.atgongumerki.fo/fif/

Eftirtilmelding er sama dag, sum renningin, millum kl. 16.30 og 17.30, har startnummurini skulu heintast. Tá kostar tað 100 kr fyri vaksin og 50 kr fyri børn.

Vit síggjast 27. juli at svikstarta Ólavsøkuna á Skálatrøð.

   

2 viðmerkingar

  1. Eli J. Christiansen says:

    Hvar og nær fáa luttakararnir nummurini?

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*