Av tí at Jatnatøk, sum skuldi verða mikudagin, er avlýst, fer FÍF í staðin at hava ein lítla opna kapping á breytini mikukvøldið 22. juli, har øll eru vælkomin at luttaka. Kappingin varar bert hálvan annan tíma.
Kappingargreinarnar vera spjótkast, 100 m, 400 m, mílin og 3.000 m, og verður tíðarætlanin hendan:
- kl. 18.30 Spjótkast menn og kvinnur
- kl. 18.30 100 m kvinnur
- kl. 18.40 100 m menn
- kl. 18.50 400 m kvinnur
- kl. 19.00 400 m menn
- kl. 19.10 Mílin kvinnur
- kl. 19.20 Mílin menn
- kl. 19.30 3.000 m kvinnur
- kl. 19.45 3.000 m menn
Tíðirnar eru vegleiðandi og kappingin er ókeypis. Tað verða ikki latin heiðursmerki til tey bestu, men tey kunnu ugga seg við, at kappingin er meldað til hjá DAF. Vónandi verður uppmøtingin góð. Stuttligt hevði verið at sæð onkur av teimum eldru roynt seg á einum 3.000 metri.
Hesi ungu fáa enn ein møguleika at royna seg, nú stutt eftir at tey eru komin heim frá VU-Spelen