Home Komandi tiltøk Opin spurtkapping á Tórsbreyt sunnudagin

Opin spurtkapping á Tórsbreyt sunnudagin

by Hallur Holm

Sunnudagin 20. juni kl. 14.00 skipar Bragdið fyri kapping á Tórsbreyt. Kappingin er almenn og er fyri bæði børn,  ung og vaksin.

Børnini frá árgangi 1999 og yngri fara at renna 60 og 100 metrar. Og tað sleppa tey at royna tvær ferðir! Ung og vaksin fødd í 1998 og eldri fara at renna 100 og 400 metrar.

Tilmelding verður á staðnum hálvan tíma frammanundan og kostnaðurin er 20 kr. fyri hvønn luttakara.

Raðfylgjan verður soleiðis:

  • Ung og vaksin 100 m
  • Børn 60 m
  • Børn 100 m
  • Ung og vaksin 400 m

Meira á www.bragdid.fo

0 comment
0

Related Articles