Home Komandi tiltøk Ovurhonds stórur áhugi fyri Vága ½ maraton!

Ovurhonds stórur áhugi fyri Vága ½ maraton!

by Hallur Holm

Gásadalsfólk hava í summar gramt seg um tey nógvu ferðafólkini, sum hava vitjað bygdina í summar. Nú leygardagin verður enn trongari enn nakrantíð í túnunum millum húsini í Gásadali. Tí higartil hava eini 150 rennarar og 150 gongufólk meldað til “Føroya vakrasta ½ maraton”. Sannandi at tað altíð legst nógva afturat seinastu vikuna undan kapping, kunnu vit vænta eina ovurhonds stóra fjøld til hetta tiltkakið, sum Frælsi skipar fyri.

Gásadalur 2016
Runnið verður frá skúlanum í vakra Gásadali

Hetta er triðja árið, at Frælsi skipar fyri hesi kapping. Fyrstu ferð var í 2014, tá felagið fylti 10 ár. Frælsi kunnar soleiðis um tiltakið:

Aftur í ár skipar ítróttarfelagið Frælsi í Vágum fyri eini hálv marathon renning leygardagin 3 september. Teinurin runnið verður er úr Gásadali og til kirkjuna í Sandavági. 

Tað var 4. mars í 2004 at ítróttarfelagið Frælsi bleiv sett á stovn og varð tíggjunda árið fagnað við at renna eftir føroya flottastu hálv marathon rutu. Runnið varð gjøgnum allar bygdirnar í Vágum, har byrjað varð við skúlan í Gásadali og komið varð á mál við kirkjuna í Sandavági. 

Rennararnir møta kl. 9.30 við skúlan á Giljanesi har startnummur verða útflýggjaði. Møguligt verður hjá luttakarunum at skifta og lata skiftiklæðir inn, til at heinta eftir renningina, har møguleiki somuleiðis verður at fara undir brús. Av Giljanesi verður farið við bussi til Gásadals, starturin er kl. 11. Fyri hvørjar 5km verður ein vatnpostur. 

Fyrireikarnir vóna at síggja nógvar rennarar, men eisini nógvar áskoðarar fram við vegnum sum fara at heppa á rennarnar tá teinurin í støðum kann vera eitt sindur tungur. 

Umframt vanliga hálv maraton renning, verður somuleiðis skipa fyri Gangi hálv maraton, hetta er gjørt í samstarv við Krabbameinsfelagið. Fyri hvønn luttakara til Gangi hálv maraton fara 100kr óskerdar til Krabbameinsfelagið. 

Í ár verður eisini skipað fyri heilsu renning skipað saman við Fólkaheilsuráðnum og kommununum í Vágum, har møguligt verður hjá fólki at ganga/renna frá Flogvøllinum til FK í Miðvági. Møtt verður á flogvøllinum har startnummar verður útflýggjað. 

Tilmeldingin fer fram inni á heimasíðuni hjá FíF her. Tað er møguligt at melda til renningina fram til hósdagin 1. september á midnátt, tá lukkað verður fyri tilmelding. Luttakarar til motiónsrenning kunnu somuleiðis melda seg til á her og eisini við at tekna seg á staðnum. 

Kostnaðurin fyri hálv maraton renn/gang verður 275 kr. fram til fríggjadagin 5. august. Tey sum gjalda áðrenn 5. august fáa ein renni endurskins vest. Tað skal viðmerkjast stødd á vesti tá goldið verður. Eftir hetta verður luttøkugjaldið 300 kr. 

Kostnaðurin fyri heilsu renning er 50 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn.

Gásadalur 2014
Byrjanin í byrjanini. Fyrsti startur í Gásadali í 2014. Renningin var vælumtókt frá fyrsta degi (mynd: jn.fo)

0 comment
0

Related Articles