Home Komandi tiltøk Oyndrarenning verður leygardagin

Oyndrarenning verður leygardagin

by Hallur Holm

Eins og í fjør fara Ítróttarfelagið í Oyndarfirði og Roysnið at skipa fyri kapprenning úr Skálabotni til Oyndarfjarðar. Hetta er er ein serlig renning, har tað bert er mótbrekka teir fyrstu umleið fimm kilometrarnar niðan á Heltnina. Síðan kemur long undanbrekka oman móti Oyndarfirði, og seinastu umleið tveir kilometrarnar er púra slætt. Teinurin er í alt umleið 11,5 kilometrar.

Oyndrarenning
Frá startinum í fjør, har bæði kend renniandlit og oyndfirðingar leggja til brots og herja á Heltnina. 

Kappingin byrjar við Effo í Skálabotni kl. 11.00. Tilmelding fer fram á Effo-støðini ein tíma undan startinum. Tað verður sostatt eingin on-line tilmelding. Runnið verður í hesum bólkum:

  • kvinnur og menn f. 1985 og seinni (0 – 30 ár)
  • kvinnur og menn f. 1975 – 1984 (31 – 40 ár)
  • kvinnur og menn f. 1974 og fyrr

Tað verður eingin opin bólkur. Heiðursmerki verða latin til vinnararnar. Eftir renningina verður suppa og vatn at fáa.

Aftaná brúsu, suppu og heiðursmerkjahandan, verður skipað fyri flutningi aftur til Skálabotns, um onkur letur bilin standa har.

Kostnaðurin er 50 krónur.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

FB 02.10.15 - 14:58

Eru nøkur úrslit frá Oyndrarenningini?

Comments are closed.