Home Komandi tiltøk Oyndrarenning

Leygardagin 16 aug. kl. 11.00 skipar Oyndarfjarðar ítróttarfelag saman við Roysnið fyri rennikapping úr Skálabotni til Oyndarfjarðar.

Kappingin byrjar við Fast í Skálabotni og er málið við skúlan í Oyndarfirði. Teinurin er uml. 11 km.

Hettar er eitt sindur øðrvísi teinur við nógvari brekku, bæði móti- og undanbrekku. Fyrsti teinurin er lættari mótbrekka, men síðani kemur ein tung mótbrekka niðan eftir Oyndarfjarðarvegnum. Eftir hettar er rættilig undanbrekka oman á slætt og eru tá umleið tríggir kilometrar á mál, sum er við skúlan í Oyndarfirði.

Tað verður møguleiki fyri at fáa vatn á rutuni.

Tað verða 3 bólkar hjá kvinnum og monnum:

  • Opin bólkur
  • Veteranar (45+)
  • Superveteranar (55+)

Vinnararnir fáa heiðursmerkir. Startnummarið er samstundis ein lutaseðil, og drigið verður um vinningar eftir renningina.

Aftaná kappingina verður møguleiki fyri at fáa vatn, frukt og okkurt til matna.

Møguleiki verður eisini at sleppa í brúsu.

Flutningur úr Oyndarfirði til Skálabotn verður eisini, um tørvur er á hesum.

Luttøkugjaldið er 50,- kr. pr. luttakara.

Tilmelding kann fara fram umvegis t-post oyndrarenning@gmail.com, við sms á tlf. 214000 og á staðnum áðrenn kappingin byrjar. Vinarliga viðmerki hvørjum bólki tit luttaka í.

Vegna fyrireikararnar

Oyíf. og Roysnið

0 comment
0

Related Articles