Home Komandi tiltøk Rannvá og Bjørk luttaka í Tårnby Games

Rannvá og Bjørk luttaka í Tårnby Games

by athletic

Rannvá og Bjørk
Tveir av evnaríku ungu rennarunum hjá Bragdinum, Rannvá Djurholm og Bjørk Herup Olsen, fara niður at luttaka í kappingini Tårnby Games leygardagin og sunnudagin.

Rannvá luttekur í bólkinum gentur 14-15 ár og skal renna 800 m kl. 17.20 leygardagin og 1500 m kl. 14.25 sunnudagin.

Bjørk luttekur í bólkinum gentur 16-17 ár og skal renna 800 m kl. 17.20 leygardagin og 3000 m kl. 11.30 sunnudagin.

Til ber at lesa meira um tiltakið á heimasíðuni hjá Tårnby Games.

0 comment
0

Related Articles