Home Komandi tiltøk Renn fyri bróstini

Renn fyri bróstini

by Guttorm Sørensen

“Kom við og renn fyri bróstini” tað er heiti á tiltaki, sum verður fyriskipað leygardagin 25. oktober í Klaksvík av Bót til Bata og har Treysti tekur sær av rennitiltakinum.

Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum varpar árliga ljós á bróstkrabba í Føroyum og í ár er einki undantak. Í fjør bleiv tiltakið hildið í KÍ-høllini, men í ár er tað flutt í Miðhøllina í Ósáskúlanum.

 

Tiltakið byrjar í Ósáskúlanum í Klaksvík verður 25. oktober kl. 13.00, har Bót til Bata m.a. saman við Treysti skipar fyri familjurenning frá Ósáskúlanum.

Í bólkinum Bót til Bata sita kvinnur, sum hava verið raktar av bróstkrabba. Bólkurin hevur til endamáls at hjálpa kvinnum, ið hava ella hava havt bróstkrabba.

Tað hevur stóran týdning fyri tann rakta og tey avvarðandi at hava onkran at tosa við, tá sjúkan rakar. Er tørvur á at fáa fatur á einari av hesum kvinnum, vinaliga ring á tlf. 317959.

MELDIÐ TIL HER: TILMELDING KOM VIÐ OG RENN FYRI BRÓSTINI

 

 

Eitt sindur um Stuðulsrenningina

Hóast alt ikki er komið uppá pláss enn, so eigur tú at seta tær kross í álmanakkan 25. oktober tí tá fara vit at “Stuðla bróstunum og renna við” og vit vilja hava øll at vera við. Kvinnur og menn, ung og gomul.

 

Renningin verður skotin í gongd kl. 14. Byrja verður frá Ósáskúlanum í Klaksvík. Tveir teinar, 2 km ella 5 km, vera at velja ímillum. Sjálvt tiltakið byrjar kl. 13.00 og endar umleið kl. 17.

Skráin fyri tiltakið sær soleiðis út:
Kl. 13:00 Hølini lata upp
Kl. 13:30 Setan við Turið Horn og felags upphiting við Helgu Johansen
Kl. 13:55 Farið verður til start
Kl. 14:00 Renningin byrjar
Kl. 15:00 Ymisk tiltøk
– Heilsukanning: blóðsukur, blóðtrýst, lungakapasitet
– Krabbameinsfelagið og Bót til bata
Kl. 15:00 Tónleikur
Kl. 15:30 Umboð frá Team Rynkeby Føroyar greiðir frá túrinum
Kl. 16:00 Linedans

 

Ein kann melda seg til her. Kostnaðurin er fyri vaksin kr. 100 og fyri børn kr. 50 fyri at vera við, men hevur tú hug at stuðla Bót til Bata er tú meira enn vælkomin at lata eina ella fleiri gávur afturat á kr. 100. Um ein ynskir at stuðla, so ber tað eisini til við bert at melda til. Tað er als ikki neyðugt at renna/ganga við!

 

Tað verður eisini møguligt at melda til í Ósáskúlanum beint undan renningini.

Allur peningurin, sum kemur inn, bæði luttøkugjald og gávur, fer óskerdur til bólkin Bót til Bata.

GG: Viðv. tilmeldan á netinum so kann bert gjaldast við Dankorti !

Myndir frá tiltakinum í fjør eru at finna her: Stuðlað bróstunum og renn við 2013

 

 

0 comment
0

Related Articles