Sunnudagin 27. september skipar Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum, saman við Ítróttarfelagnum Frælsi, fyri stuðulsrenning í Vágum. Endamálið er at varpa ljós á bróstkrabba.
Runnið ella gingið verður eftir Vørunum frá Vatnsoyrum og til nýggja skúlan á Giljanesi. Ein ógvuliga vakur túrur, ið er umleið 6 km. Tá ið øll eru komin á mál, heldur Magni Mohr fyrilestur um heilsu, og Elsibet Antonsdóttir syngur nakrar sangir.
Tilmelding og gjald á FIF.FO. Kostnaður kr. 100,- fyri vaksin. Børn og ung í skúlaaldri gjalda einki.
Gjaldast skal á hesi slóð: http://askur.fo/dforms/form451051.html
Møguleiki er at stuðla við at keypa lutaseðlar undir tiltakinum.
Renningin byrjar í Vatnsoyrum kl.13.00 stundisliga
Kl. 12.45 Møta í Vatnsoyrum
Kl.12.50 Vælkomin og Upphiting
Kl. 13.00 Byrja at renna/ganga
Kl. 14.00 Vatn, frukt, kaffi/te, køka og lutaseðlasøla
Kl. 14.20 Fyrilestur við Magna Mohr
Kl. 14.40 Elsibet Antonsdóttir syngur
Kl. 14.50 Lutaseðlar verða drignir