Home Komandi tiltøk Renn fyri bróstini

Renn fyri bróstini

by Hallur Holm

Týsdagin 5. oktober á midnátt er seinasta freist at melda til “Renn fyri bróstini”, sum Bragdið saman við Kvinnu skipar fyri. Tilmelding og gjalding fer fram á www.kvinna.fo

Sjálv renningin verður leygardagin 9. oktober 2010. Teinurin er 5 km, og aftaná felags upphiting verður runnið av Tórsbreyt eftir gøtum í Hoydølum.

Tiltakið kostar kr. 150. Av hesum peningi fara tær fyrstu 50 krónurnar óskornar til fyribyrgjandi, upplýsandi og granskingararbeiði. Eisini verður eitt ljósareytt armband við perlu (virði kr. 50) latið saman við renninummarinum, sum skal avheintast í básinum hjá Krabbameinsfelagnum í SMS fríggja- og leygardagin 8. og 9. oktbober.

Meira kunning á www.kvinna.fo

0 comment
0

Related Articles