Home Komandi tiltøk Renn og vinn eina dreymaferð fyri alla familjuna

Renn og vinn eina dreymaferð fyri alla familjuna

by athletic

Fólkaheilsurenning 2006 Landsstýrismaðurin 003Fólkaheilsurenning í Havn og í Runavík
Hetta vikuskifti byrjar stóra rørslutiltakið, Fólkaheilsurenningin 2006. Í
ár verður á fyrsta sinni skipað fyri heili fimm Fólkaheilsurenningum kring
alt landið. Byrjað verður í Havn leygardagin 23. september og longu dagin
eftir, sunnudagin 24. september, verður Fólkaheilsurenningin í Runavík

Børnini (fødd í 1993 og yngri) renna/ganga 2 kilometrar, og vaksin (fødd í 1992 og eldri) kunnu velja millum at renna/ganga 2 ella 5 kilometrar.

Vinnið eina familjuferð til Lalandia við Atlantic Airways
Sum nakað heilt nýtt verður eisini ein høvuðsvinningur at vinna í ár.
Høvuðsvinningurin er ein familjuferð fyri 2 vaksin og 2 børn til vælumtókta frítíðarplássið Lalandia í Danmark, sum sera nógvir føroyingar vitja á hvørjum ári. Høvuðsvinningurin verður drigin eftir Fólkaheilsurenningina í Vágum 7. oktober, og øll tey, sum hava luttikið í eini ella fleiri av Fólkaheilsurenningunum eru við í hesum dráttinum – so fleiri renningum tú ert við í, betri eru møguleikarnir at vinna høvuðsvinningin.

Umframt høvuðsvinningin verður eisini drigið um ein hóp av vinningum til
hvørja einstaka renning. Vinningarnir eru m.a. flogferðaseðlar frá Atlantic
Airways, gávukort frá Føroya Shell og Suðuroyar Sparikassa.

Skrá fyri Fólkaheilsurenningina í Havn og í Runavík
Kl. 13.00 – 15.00 – Byrjanarnummar kann avheintast – og luttakararnir fáa
hvør sína t-shirt
Kl. 13.00 – 17.00 – Fyribyrgingarráðið, Hjartafelagið, Apoteksverkið o.o.
ráðgeva um fólkaheilsu. Tað ber til at mála blóðtrýst
Kl. 14.45 – 14.55 – Upphiting
Kl. 14.55 – 15.00 – Fólkaheilsurenningin verður sett
Kl. 15.00 – 16.00 – Ganga og renna
Kl. 15.30 – 17.00 – Allir luttakarar fáa frukt og leskandi drykkir
Kl. 16.15 Vinningar verða handaðir
Kl. 17.00 Tiltakið endar

Fólkaheilsurenning í Havn leygardagin 23. september
Byrjanarnummar fæst í Badmintonhøllini. Fólkaheilsurenningin byrjar
uttanfyri Badmintonhøllina við stadionøkið í Gundadali. Øll fylgjast frá
Badmintonhøllini oman til Gundadalshøllina og niðan til rundkoyringina, har tey, ið renna styttra teinin (2 km), snara til vinstru og tey, sum renna
longra teinin (5 km), snara til høgru. Tann styttri teinurin gongur so
víðari til Áargeil, har runnið verður oman til Badmintonhøllina og í mál.
Tann longri teinurin gongur fram við Strond, niðan eftir Jónas Broncks gøtu, R.C. Effersøes gøtu, Gundadalsvegi og á mál við Badmintonhøllina.

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, setur Fólkaheilsurenningina og Jóannes
Eidesgaard, løgmaður, handar vinningar.

Fólkaheilsurenningin í Runavík 24. september
Byrjanarnummar fæst við Ítróttarhøllina. Fólkaheilsurenningin byrjar við
Ítróttarøllina, og har er eisini málið. Runnið verður eftir landsvegnum úteftir Mýrunum fram við Toftavatni. Tey, ið ganga/renna 2 km, venda við víkiplássið mitt á Mýrunum. Tey, ið ganga/renna 5 km, venda við ídnaðarøki á Rituvíkshálsi.

Tak niður kort yvir ruturnar her: 2 km og 5 km

Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, setur Fólkaheilsurenningina og Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, handar vinningar.

Heilsukanningar
Í sambandi við Fólkaheilsurenningina skipa Fyribyrgingarráðið,
Hjartafelagið, Apoteksverkið og ymisk áhugafeløg fyri tiltøkum, har tað ber
til at gera heilsukanningar, fáa upplýsing og ráðgeving um heilsuna.

Tilmelding
Tilmelding til Fólkaheilsurenningina 2006 fer fram á hesum støðum: á
heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya, www.athletics.fo, hjá
Føroya Shell, tlf. nr. 34 74 00, á deildunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum kring landið og á deildunum hjá Suðuroyar Sparikassa í Vági, á Tvøroyri og í Havn.

Freistin fyri at melda seg til fólkaheilsurenningina í Havn og í Runavík er
fríggjakvøldið 22. september.

Fyrireikarar: Hans Pauli Strøm, landsstýrismaðurin í almanna- og
heilsumálum, Føroya Shell, Tryggingarfelagið Føroyar, Suðuroyar Sparikassi og ítróttarfeløgini Bragdið, Frælsi, Hvistan, Roysnið og Treysti.

0 comment
0

Related Articles