Home Komandi tiltøk Rennidagur í Fuglafirði 9. mai

Rennidagur í Fuglafirði 9. mai

by Sølvi Reinert Hansen

Í samband við, at 2009 er heilsuár, verður skipað fyri rennidegi í Fuglafirði leygardagin 9. mai kl. 11. Byrjað og endað verður við Mentanarhúsið og øll eru hjartaliga vælkomin at verða við. Tiltakið er ókeypis og ikki er neyðugt at tekna seg áðrenn tiltakið. Tey sum taka lut í renningini, eru við í lutakastinum millum fleiri góðar vinningar. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, verður við, og eisini verða onnur tiltøk á skránni.

Í hesum sambandi kann eisini nevnast, at hóskvøldið 7. mai kl. 19.30  verður skipað fyri einum pallborðsfundið í Mentanarhúsinum. Meiningin við pallborðsfundinum er at varpa ljós á rørðslu og heilsu. Luttakarar á pallborðsfundinum eru m.a. Diabetesfelagið, Hjartafelagið, Ingunn Gardbo, Dávur Winther, ymisk ítróttarfeløg v. m. Hetta tiltakið er eisini ókeypis.

Góðan viðvind

Fuglafjarðar Kommuna

0 comment
0

Related Articles